Fótbóltur

Karstin fer yvir um fjørð aftur

Skála hevur nú funnið málmansskansa sín til næstu tvey kappingarárini. Talan er um 25-ára gamla Karstin Hansen, sum kemur úr NSÍ, og sum í 2018 og 2019 hevði heimavøll á Skála. Felagið hevur eisini longt við lokalar lyklaleikarar.

Karstin Hansen í dysti fyri Skála í Runavík í 2019. Hann hevur spælt fyri NSÍ seinastu trý árini, men málverjin verður nú aftur hjá Skála (Mynd: Sverri Egholm)

Karstin Hansen í dysti fyri Skála í Runavík í 2019. Hann hevur spælt fyri NSÍ seinastu trý árini, men málverjin verður nú aftur hjá Skála (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-06 19:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrireikingarnar til næsta kappingarár eru av álvara í gongd á Skála. Sunnudagin varð kunngjørt, at royndi skálamaðurin Pauli Poulsen tekur við aftur sum høvuðsvenjari, og síðani hevur felagið kunngjørt, at Jan Ingason Hansen og Andreas Egeberg Jacobsen hav alongt sín sáttmálar. Álopskendi spælararnir av vestara armi á Skálafjørðinum hava verið fastir menn seinastu - Andreas fekk tíverri álvarsaman knæskaða í vár og spælir helst ikki aftur fyrrenn í seinnu hálvu næsta ár.

Í dag skrivar Skála soleiðis, nú nýggi málverjin er komin uppá pláss:

- Vt kunnu nú kunngera, at vit hava skrivað undir ein tvey ára sáttmála við Karstin Hansen, sum sostatt kemur at vera okkara málmansskansi komandi kappingarárini.
Karstin er kendur á Skála, eftir at hann leikti við Skála ÍF kappingarárini 2018 og 2019. Annars hevur Karstin burturav verið partur av barndómsfelagnum NSÍ.
Vit eru sera fegin um at Karstin hevur valt at koma yvir um fjørð, og bjóða honum vælkomnan undir Mýruhjalla.

Jákup Nolsøe Olsen var fyrstimálverji á Skála í ár. Hann er nú farin aftur til barndómsfelagið, ÍF.

Karstin spældi samanlagt 61 dystir fyri Skála í 2018 og 2019. Glyvramaðurin stóð seg væl sum U21-landsliðsmálverji hetta fyrra árið og varð í mars 2019 úttikin til A-landsliðið fyri fyrstu ferð.

[object Object]
Karstin til landsliðsvenjing á Malta í 2019 (Mynd: Sverri Egholm)

Nú 25-ára gamli Karstin Hensen hevur sambært Faroesoccer spælt 88 dystir í Betrideildini, tíggju í kappingini um Løgmanssteypið, tveir evropeiskar dystir, og beint yvir 100 í 1. deild, sum málverjin skal spæla í, í 2023.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder