Tað er illverður í Íslandi. Vindur og kavi seta sín dám á, og RÚV skrivar um millum annað veðurávaringar, skaðar og flogavlýsingar.
Hetta ávirkar millum annað íslendska kvinnulandsliðið í hondbólti, sum mikudagin skal spæla lykladyst í EM-undankappingini við Tjarnir.
Íslendska ferðalagið skuldi eftir ætlan lenda í Føroyum klokkan 13:25 við Icelandair. Men trupulleikar við flogferðsluni í Keflavík gjørdi, at hetta flogfarið ikki fór avstað.
Ístaðin var fingið soleiðis í lag, at íslendski hópurin slapp við flogfarinum hjá Atlantsflogi, sum lendi í Vágum 14:49. Nakað seinkað men við millum annað hondbóltsspælarum, skrivar handbolti.is.
Føroyar og Ísland spæla lagnudystin við Tjarnir mikukvøldið klokkan 19. Vinna føroysku kvinnurnar, so er EM-atgongumerkið so at siga í hús.
Sí eisini:Lagnudystir við Tjarnir leygardagin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald