placeholder
Fótbóltur

KÍ fekk javnleik í Litava

Tað var ikki nóg mikið til víðari luttøku, men KÍ stríddi seg til 1-1 javnleik í Vilnius í kvøld.

2018-07-19 20:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Zalgiris vann samanlagt 3-2 í 1.undanumfarið í Evropa League. KÍ spældi í kvøld 1-1 á litaviska høvuðsstaðnum. Heimaliðið kom annars á odda tíðliga í dystinum, men KÍ reisti seg, og fekk í ein mun trýst stórliðið úr Litava.

Heimaliðið royndi at seta ferð á beinanvegin, og longu í 6.minutti kom  legði Zalgiris seg á odda. Ein langur bólturin kom út til høgri bakkin Baravykas, ið legði væl innfyri til rumenan Liviu Antal, ið eins og í Føroyum skoraði til 1-0.

Zalgiris sá meira vandamikið út enn í Føroyum; við m.a. góðum uppbakkningini aftanfyri seg. Hóast nakrar hálvar støður kring Zalgiris-brotsteigin, so noyddist KÍ meira at hugsavna seg um at lukka av fyrru hálvu av fyrra hálvleiki. Men eins og í Føroyum hevði Zalgiris trupult við at umseta yvirvágina til upplagdar møguleikar, og sum hálvleikurin leið við kom KÍ væl betri við í spælið. Besta støðan undan  hálvlekinum kom í samban við eitt hornaspark. Bòlturin kom útfrá aftur til Jákup B. Andreasen, ið legði eitt frálkt inn í málteigin, har Ólavur Niclassen kastaði seg fram og var sentimetrar ella millimetrar frá at fáa høvdið á bóltin.

Heimaliðið fall eitt sindur, meðan KÍ mentist. Og liðið hjá Mikkjali Thomassen kom eisini sera væl út til 2.hálvleik, og bjóðaði litaviska liðinum av uppá allar mátar. Teir stóru málmøguleikarnir  komu ikki, men nakrar fínar støður og nøkur skot ímóti málinum. Í 65.minutti kom útjavnandi máli tó. Ein niðurfallsbóltur datt niður til Ronni Møller Iversen, danin tóm eitt trekk inn ímóti brotstegarmarkinum, og var ivaleysur: Við tí veikara vinstrabeininum sendi hann leðurkúluna niður í longra málhorn; uttan møguleika fyri málverjan hjá Zalgiris. Stórur fagnaður á lítla bólkinum av KÍ

Teir á heimaliðnum og áskoðararnir tyktust heldur skelkaðir, og KÍ royndi at byggja uppá. Tað var tó Zalgaris, ið svaraði aftur. Stutt eftir málið rakti heimaliðið stongina. Tað var nú ein púra opin dystur. Tríggar minuttir seinni fekk KÍ ein risamøguleiak, tá ein bóltur datt niður til Hørð Askham beint uttanfyri málteigin. Men skotið endaði omanfyri málinum. Í næsta álopinum misnýtti  Zalgiris ein risamøguleika.

Litaviska liðið gav ikki KÍ møguleikan at leggja trýst á; ístaðin helt heimaliðið rímiliga væl uppá bóltin og var nær við at økja í summum førum.

Tað rakk ikki til víðari luttøku hjá KÍ. Á tjóðarleikvøllinum í Litava fekk KÍ hildið einum spenningi í dystinum alltíðina; serliga seinastu 25 minuttirnar. 

Hetta var sera gott tig fyri føroyskan fótbólt, og fyrstu ferð at eitt føroyskt lið fekk stig ímóti litaviskum liðið í Evropa. 

Evropa League 1.undanumfar, seinni dystur

LFF leikvøllurin í Vilnius

Zalgiris Vilnius - KÍ 1-1(1-0) 3-2 samanlagt
6.min: 1-0 Liviu Antal
65.min: 1-1 Ronni Møller-Iversen

Kristian Joensen - Jóannes K.Danielsen, Deni Pavlovic, Ólavur Niclassen, Ísak Simonsen(`90 Óli Eyðsteinsson Poulsen) - Ronni Møller- Iversen(`86 Kristoffur Jacobsen), Jákup B. Andreasen, Hørður H. Askham, Boris Dosljak(`72  - Semir Hadzibulic, - Páll A.Klettskarð

Myndir og viðmerkingar úr Vilnius koma seinni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder