Fótbóltur

KÍ-formaðurin: - Vit standa ógvuliga spyrjandi

Eingin grundgeving er komin frá UEFA, staðfestir Tummas Lervig í samrøðu við KVF. Hann vísir eisini á, at brádliga avgerðin harmar tey í KÍ og ávirkar praktiskta partin nakað - og UEFA kann vænta eina skrivliga klagu frá KÍ um flutta dystin.

- Hetta er ein avgerð, sum er tikin yvir høvdið hjá okkum, men vit hava so gjørt vart við ónøgdina á røttum staði, sigur Tummas Lervig í kvøld. KÍ sleppur kortini ikki á vøllin í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)

- Hetta er ein avgerð, sum er tikin yvir høvdið hjá okkum, men vit hava so gjørt vart við ónøgdina á røttum staði, sigur Tummas Lervig í kvøld. KÍ sleppur kortini ikki á vøllin í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-08-13 20:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hetta er ein avgerð, sum er tikin yvir høvdið hjá okkum. Ein keðilig støða sum ávirkar tað praktiska nakað, tí so nógv fólk hava nógv lagt fyri at vera á Tórsvølli í kvøld. Men vit royna at hyggja uppá tað jaliga í støðuni.

Soleiðis tekur Tummas Lervig samanum, tá Sigurjón Einarsson úr Kringvarpinum spyr KÍ-formannin, hvussu avgerðin hjá UEFA um at útseta Europa League-dystin móti Lech Poznan í umleið eitt samdøgur ávirkar.

Sí eisini: Bráðvend eftir pólskt trýst: KÍ og Lech Poznan spæla kortini ikki í kvøld

Avgerðin fall tíðliga í kvøld - fáar tímar áðrenn liðini skulu spæla á Tórsvølli. Og hetta eftir áhaldandi trýst frá pólska liðnum, har man ikki hevði lurtað eftir áheitan úr Klaksvík: Vit høvdu greitt teimum frá umstøðunum í Føroyum, staðfestir Tummas Lervig.

Kortini vildu teir úr Lech Poznan koma bert umleið eitt samdøgur eftir ætlaðu dystrbyrjanina og við leiguflogfari - uttan framkomna navigatiónstøkni ella royndan flogskipara til Føroyaleiðina. Nú eru tað  teir á póllendska meistaraliðnum

- Tað skal meira til hjá "tí lítla" at fáa nakað ígjøgnum, vísir Tummas Lervig heldur prikandi til

- Eingin grundgeving yvirhøvur er komin frá UEFA, og vit standa ógvuliga spyrjandi. Vit hava sagt okkara meining á røttum stað, og tað kann væl vera, at ein skrivlig klaga eisini fer avstað úr KÍ.

Hoyr alla samrøðuna her

KÍ og Lech Poznan skuldu spæla í kvøld men dysturin er fluttur til fríggjakvøldið klokkan 19. FM1 og Portalurin gera nógv burturúr - fylgið við í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder