Fótbóltur

KÍ hálva millión í halli

Klaksvíkar Ítróttarfelag hevði í gjár aðalfund, har roknskapurin var lagdur fram. Annað árið á rað vísir úrslitið eitt hall.

(Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

(Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

2023-01-31 11:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aðalfundurin hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag var hildin á loftinum í KÍ høllini í gjárkvøldið.

Á fundinum varð roknskapurin 2022 lagdur fram fyri limum felagsins, og varð hann góðkendur. 

- Roknskapurin vísti eitt hall á 492.000 kr. sum skyldast høga ferðaútreiðslur til altjóða dystir serliga vegna verkfall hjá SAS, skrivar KÍ á heimasíðuni.

Hinvegin vunnu bæði Betri menn og kvinnur FM, og tað merkir, at tey skulu spæla í Champions League í summar. Hendan luttøka útvegar felagnum góðar inntøkur aftur í ár.

KÍ hevði í 2021 eitt hall upp á heilar 5,4 milliónir krónur. Sagt var eisini tá, at inntøkurnar frá FM-heitunum fóru at gera, at hall ikki fór at vera í 2022.

Nevndin heldur fram tó uttan Jákup Eydnugarð sum ikki tók við afturval.

• Tummas Lervig, formaður

• Rúni Heinesen, næstformaður

• Hilmar Danielsen, kassameistari

• Rói Clementsen, samskifti

• Kaj Dam, Betri menn

• Eyðstein Poulsen, akademi


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder