KÍ kann gerast FM-vinnari í dag, um Víkingur vinnur stig frá HB í Gundadali. Men KÍ-kvinnurnar kunnu eisini "bara" avgerða tað sjálvar, tá Skála vitjar klokkan 14.30.
Tað at tryggja sær gullheiðursmerki og steyp duga tær í KÍ væl: Tá tær vunnu steypakappingina eftir stórt drama móti HB herfryi, var talan um steyp nummar 40 síðani aldarskifti
Sí eisini: 17. steypagullið hjá KÍ-kvinnunum - steyp nummar 40 hesa øldina
KÍ er nógv mest vinnandi í føroyskum kvinnufótbólti og kann tryggja enn eitt FM, nummar 25 í røðini, og enn eina greipu.
Heimaliðið er eisini stórfavorttur seinnapartin: KÍ hevur vunnið við fimm og fýra málum í teimum báðum seinastu dystunum móti Skála. Liðini spældu so seint sum fyri seks døgum síðani við Djúpumýru. Tá vann KÍ 4-0 - við hattrikki frá Duritu Hummeland sum eisini avgjørdi steypafinaluna fyri tveimum vikum síðani.
Myndir: KÍ vendi øllum og vann steypagulli
KÍ og Skála spæla klokkan 14.30 - tilber at fylgja gongdini ovast á Portalinum og síggja myndir seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald