Trífaldu føroyameistararnir fingu fyri løtu síðani sítt greitt størsta úrslit í 2024. Hetta var, tá KÍ koppaði Víkingi í Klaksvík. Við hesum tapti Víkingur ein fótbóltsdyst fyri fyrstu ferð síðani síðsta summar.
Sigursrøðin var á 21 dystir, tá eitt nakað skaðadarvað oddalið kom til Klaksvíkar. Sølvi Vatnhamar skoraði longu í 5. minutti, so var KÍ av álvara kroyst. Liðið hjá Espen Haug - fyribils venjara - hevði ikki ráð at tapa hendan dystin.
Seinni í fyrra hálvleiki gekk nógv illa í hond hjá Víkingi. Fyrst noyddist Sølvi Vatnhamar, ið hevði verið nakað ivasamur, út við einum vøddaskaða. Í næsta minutti javnaði KÍ. Talan var um eitt hart og gott hornaspark, ið kom í ein víking í málteignum og stakk í málið.
Mynd: Jens Kr. Vang
Tað stóð 1-1 á máltalvuni í nærum 60 leikminuttir. Hetta kundu bæði liðini sum so liva fínt við, men í 87. minutti kom møguleikin til innskifta Dávid Biskopstø Andreasen, og 19-ára gamli miðvallarin takkaði fyri. Beiggi hansara er liðformaður hjá KÍ, men langtíðarskaddur, og nú gjørdi Dávid bart í løtu, sum kann gerast ógvuliga avgerandi fyri kappingarárið hjá KÍ.
Oddastríðið er í løtuni víðopið. Víkingur er oddalið eftir fyrsta triðing, men HB kann koma undir liðina á liðum úr Eysturkommunu við sigri á Skála í morgin. KÍ hevur havt eina tunga byrjan uppá kappingarárið, men er nú bert trý stig frá 1. plássinum.
Betrideildini 9. umfar
Í dag, sunnudagin 12. mai
KÍ - Víkingur 2-1 (1-1)
5' Sølvi Vatnhamar (Signar á Brúnni) 0-1
28' Árni Frederiksberg 1-1
87' Dávid Biskopstø Andreasen 2-1
Støðan Betri deildini hjá monnum
1. Víkingur 24 stig
2. KÍ 21 stig
3. HB 21 stig
4. NSÍ 15 stig
5. B36 11 stig
6. 07 Vestur 11 stig
7. Skála ÍF 10 stig
8. EB/Streymur 4 stig
9. B68 1 stig
10. ÍF 1 stig
Tríggir dystir eru á skránni í annaðkvøld og ein týskvøldið.
Mánadagin 13.05:
18.30:
NSÍ - 07 Vestur
Skála - HB
19.00: B36 - EB/Streymur
Týsdagin 14.05:
18.00: B68 - ÍF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald