
Fótbólturin í Betri deildini hjá monnum rullar aftur eftir ein landsliðssteðg, og trettandi umfar veður leikt í dag.
Tríggir dystir eru longu lidnir, og greitt er, at KÍ stevnir móti meistaraheitinum. Klaksvíkingar vunnu 1-0 móti B36. Tað var nýggi KÍ-áleyparin Anders Holvad sum var síðstur á bóltinum í einsamalla men umráðandi málinum.
(Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
B68 vann sær trý sera umráðandi stig á Skála. Grannauppgerðin sá leingi út til at enda 1-1, men fýra minuttir fyri leiklok eydnaðist tað Aidan Liu at leggja toftamenn framum 2-1 og tryggja B68 sigurin.
Frøi á B68-leikarum og viðhaldsfólkum aftaná søta sigurin á Skála (Mynd: Sverri Egholm)
Hóast nógv órógv hevur verið rundan um AB seinastu tíðina, so eydnast teimum at fáa stig. Í dag vunnu argjamenn 3-1 í Sørvági ímóti 07 Vestur.
HB er á vitjan hjá NSÍ, og støðan er 1-0 til gestirnar í hálvleikinum. Seinni í kvøld, klokkan 19, spæla EB/Streymur og Víkingur stevnudyst.
Støðan Betri deildin menn
1. KÍ (37 stig)
2. Víkingur (28 stig)*
3. HB (22 stig)*
4. B36 (19 stig)
5. EB/Streymur (17 stig)*
6. AB (16 stig)
7. NSÍ (15 stig)*
8. 07 Vestur (12 stig)
9. B68 (8 stig)
10. Skála (5 stig)
*Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald