Fótbóltur

KÍ skal royna at knógva pólsku meistarunum og spæla seg í deildarspæl

1-0 eftir dystin í Poznan og nógv uppá spæl í útsetta dystinum á Tórsvølli, sum byrjar klokkan 19.

KÍ hevur heimavøll á Tórsvølli har tað áður er eydnast at vinna stórar evropeiskar sigrar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

KÍ hevur heimavøll á Tórsvølli har tað áður er eydnast at vinna stórar evropeiskar sigrar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-08-14 12:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eingin dystur í gjár men í dag sleppur Lech Poznan ikki undan: Pólska meistaraliðið skal á graslíki á Tórsvølli at verja leiðsluna frá fyrra dystinum í 3. umfari.

Sí eisini: KÍ-formaðurin: - Vit standa ógvuliga spyrjandi

KÍ spældi ein góðan evropeiskan útidysti í Poznan, men verjumistak í 80. minutti kostaði og gav pólsku meistarunum fyrimunin í uppgerðini.

Vinnarin av hesari uppgerðini kemur í røkkstøkkumfari í Europa League, tað seinasta áðrenn deildarspælið. Taparar í tí umfarinum enda í deildarspælinum í Conference League, og harvið tryggjar samanlagdi vinnarin í KÍ - Lech Poznan sær eitt evropeiskt deildarspæl.

Tískil nógv uppá spæl - ítróttarliga og fíggjarliga í kvøld - har KÍ skal vinna eftir 90 minuttir fyri at hava ein møguleika at koma víðari. Annars verða røkkstøkkdystir í Conference League á skránni næstu vikurnar.

Hallur Hansson er aftur eftir leikbann, og Gilli Rólantsson Sørensen, sum fór av vølli í 1. hálvleiki móti HB, spælir mest sannlíkt. Hinvegin eru Jákup Biskopstø Andreasen og Odmar Færø framvegis skaddir.

Sí eisini: Shaki: - Fantastiskt at vera á vøllinum aftur og fara av álvara eftir møguleikanum

FM1 sigur frá dystinum, og Fótbóltsskýlið verður eisini sent beinleiðis av Tórsvøll ifrá klokkan 17.15. Til ber at fylgja gongdini í evropeiska brakinum á Portalinum, og nógv annað tilfar av Tórsvølli verður á pallunum í kvøld

Europa League League 3. umfar, seinni dysturin
Hósdagin 13. august á Tórsvølli
19.00: KÍ - Lech Poznan (0-1)

Sí eisini: FM1: Fótbóltsskýlið og frásøgn av Tórsvølli í kvøld

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder