Fótbóltur

KÍ vann klassikaran - NSÍ helt frástøðuna við sigri á Skála

NSÍ vendi kommunuuppgerðini og hevur framvegis trý stig niður til KÍ - og er nú bert trý umfør frá FM. Verandi føroyameistarar komu tó væl framvið á pappírinum truplastu uppgávuna eftir landsliðssteðgin. Dysturin endaði á Tórsvøll; og endaði 0-3.

Erlend Hustad skoraði tíðliga, og KÍ hevði gott tamarhald á tingunum á Tórsvølli (Mynd: Jens Kr. Vang)

Erlend Hustad skoraði tíðliga, og KÍ hevði gott tamarhald á tingunum á Tórsvølli (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-10-11 17:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Trý umfør eftir og tað eru fremvagis trý stig, sum skilja tey bæði liðini, sum eru í FM-stríðnum. 

HB hevði ein lítlan møguleika at melda seg inn aftur í stríðið, tá KÍ vitjaði í dag, men soleiðis varð ikki, og HB tapti fyrsta landskappingardystin, síðani Lukasz Cieslewicz tók við í juni.

KÍ setti seg av álvara á dystin hótti HB áhaladandi fyrstu longu løtuna. Leiðslumálið kom longu eftir seks minuttir, tá afturvendi liðformaðurin Jákup Biskopstø við frálíkari alvering sendi Erlend Hustad avstað. Norski áleyparin ísakaldur, 0-1. Hetta á Tórsvølli har dysturin varð spældur vegna skaða á graslíki á Ovara Vølli. 

HB mentist á tjóðarleikvøllinum, men Odmar Færø og hinir vóru fyri øllum. Tað var eitt vælsamanhangandi KÍ-lið, sum kom til klassikaran, og ímóti endanum av dystinum syrgdu innskiftarnir hjá Fróða Benjaminsen fyri, at tað endaði 0-3: Fyrst Dávid Reynheim til Martin Rodrigo Gonzales og nakrar minuttir seinni umvent. 

Í somu støðu fekk Bjarti Vitalis Mørk tvey gul kort fyri at nerta við dómaran Jóhan Hendrik Ellefsen/brúka seg. Harvið HB uttan fyrsta málverjan til dystin móti EB/Streymi um eina viku, har stig í evropeiska stríðnum eru týðandi. Fyri KÍ var útisgurin ógvuliga týðandi. Man heldur trýstinum á NSÍ.

Munurin er tó hin sami: NSÍ stóð ímóti á Skála í dag, har tað kiksaði fyrr í ár. Rættari er at siga, at NSÍ svaraði aftur, tí heimaliðið kom á odda við perumáli í 27. minutti: Silas Gaard legði væl av til danan Malthe Barsballe Nielsen, sum smekkaði bóltin í longra málhornið úr umleið 25 metrum.

[object Object]
Skála á odda og KÍ á odda í Havn...nei, nei: Petur Knudsen og NSÍ fingu hálað tey trý stigini við yvirum fjørð, og samstundis verður frástøðan til KÍ á trý stig hildin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað var tó 1-2, tá spælararnir gingu longu leiðina niðan í ítróttarhøllina á Skála. Hetta syrgdi oddaliðið fyri við tveimum skjótum málum stutt fyri steðgin. Fyrst var tað Beinir Nolsøe við frálíkum stútara eftir gott frísparsinnlegg frá Jann Benjaminsen Beint fyri hálvleiksbríkslið tók Petur Knudsen hegnisliga langa og beinrakna sending frá Daniel Obbekjær við sær, og síðani gjørdi toppskjúttin í deildini trygt arbeiði liðugt.

Frá máli í Astana, í Miðasiu, týskvøldið til avgerandi mál á Skála sunnudag. NSÍ hevði so at siga fult tamarhald á støðuni eftir steðgin. Fyri fyrstu ferð í tveir mánaðir, síðani dyst móti júst NSÍ, hevur Skála tapt og er bert eitt stig frá niðurflyting. NSÍ er bert trý umfør frá føroyameistaraheitinum.

Les eisini: 07 Vestur syfti EB/Streym - fýra stig frá 9. plássi til 6. pláss

------------------------------------------------------

Meistaradeildin 24. umfar
Í dag, sunnudagin 11. oktober

HB - KÍ 0-3
7' Erlend Hustad 0-1
87' Martin Rodrigo Gonzales 0-2
90 (+7)' Dávid Reynheim 0-3

Sí meira um dystin her

Endurhoyr: Soleiðis vann KÍ á HB á Tórsvølli

Skála - NSÍ 1-2 (1-2)
27' Malthe Nielsen 1-0
45' Beinir Nolsøe 1-1
45 (+3)' Petur Knudsen 1-2

Meira um dystin her

Endurhoyr: Soleiðis vann NSÍ 2-1 á Skála


Støðan í løtuni: 

[object Object]

Tveir dystir eru í gongd nú - til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum

17.15: 
AB - B36 (0-1) - lurta á FM1 
B68 - Víkingur (0-1)

Tikið verður samanum í 3. hálvleiki á FM1 klokkan 19.30 í kvøld- til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum á Portalinum

Í gjár, leygardagin 10. oktober
07 Vestur - EB/Streymur 3-0 (1-0)
30' Høgni Egilstoft Nielsen 1-0
48' Jasper van der Heyden 2-0
58' Casper Gedsted Hansen 3-0

Meira um dystin her

Les eisini: 07 Vestur syfti EB/Streym - fýra stig frá 9. plássi til 6. pláss


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder