
Stutta jólaferian í hondbóltinum nærkast, og í gjár spældu tvey lið í Okkara-deildini sín seinasta dyst fyri steðgin. Team Klaksvík vitjaði KÍF, ið spældi uttan stórskjúttan og landsliðsleikaran Hans Eli Sigurbjørnsson.
Heimaliðið var tó favorittur og hevði tørv á stigunum fyri at hanga væl í topp-fýra. Aðrir tóku við, og eins og í góða og umráðandi sigrinum á Skála sunnudagin hekk verjuparturin væl saman. KÍF helt Team Klaksvík til bert fýra mál fyri steðgin, og annan dystin á tað taptu klaksvíkingar stórt.
Okkara-deildin
18. desember, 12. umfar
KÍF - Team Klaksvík 27-15 (13-4)
Toppskjúttar: Nicklas Selvig og Rani A. Højgaard 6 mál, Kaito Nakahodo 5 mál
Støðan:
1. H71 20 stig (12 dystir)
2. Neistin 16 stig (12 dystir)
3. StÍF 15 stig (12 dystir)
4. VÍF 14 stig (12 dystir)
5. KÍF 13 stig (13 dystir)
6. Kyndil 8 stig (12 dystir)
7. Team Klaksvík 0 stig (13 dystir)
Leygardagin verða tveir teir seinastu dystirnir áðrenn jól - topp-fýra liðini hittast innanhýsis:
StÍF - VÍF
H71 - Neistin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald