Hondbóltur

Kjartan Johansen heldur fram í næstbestu donsku deildini

Og 29-ára gamli strandingurin heldur fram í norðara parti av Jútlandi. Høgri bakkurin hevur gjørt sáttmála við Vendsyssel, sum júst er flutt upp.

Kjartan Johansen í samband við heimadyst á Hálsi í 2024 - nú skal skaðadarvaði strandingurin veruliga koma í gongd afturí Vendsyssel (Mynd: Sverri Egholm)

Kjartan Johansen í samband við heimadyst á Hálsi í 2024 - nú skal skaðadarvaði strandingurin veruliga koma í gongd afturí Vendsyssel (Mynd: Sverri Egholm)

2025-06-17 17:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Vendsyssel Elitehåndbold eru tey ógvuliga glað fyri at hava fingið ein spælara við nógvum landsliðsroyndum - millum annað frá seinasta EM-endaspæli - í hópin. 

Kjartan Johansen er í dag kunngjørdur sum styrkur í felagnum.

Vendsyssel Elitehåndbold skrivar á Facebook-síðu sínari seinnapartin, at royndi høgri bakkurin við nógvum minuttum úr bestu deildunum í Noreg og Svøríki hevur gjørt sáttmála við felagið.

- Føroyingurin hevur spælt 49 landsdystir, sum er sættflest í føroyskari søgu. 

Kjartan Johansen spældi ikki nakran minutt í seinastu EM-undankapping. Hetta var serliga vegna skaðar.

[object Object]

Tað órógvaði eisini hansara tíð í Lemvig-Thyborøn, men nu vóna tey í Vendsyssel, at man kann hjálpa Kjartani móti enn einari endaspælsluttøku - og at hann kann gera stóran mun fyri uppflytararnar.

Vendsyssel vann greitt jútska partin av triðbestu donsku deildini í fjør og skal tí spæla í 1. Division. Tað verður við 29-ára gamla føroyinginum á liðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder