Kappróður

Kjósin og Kollur róðu sannførandi FM til Kollafjarðar

Kvinnusíðan hjá KÍF kappróðri hevur gjørt bart: Tvey gull komu undir land í dag. Kvinnurnar endurvunnu føroyameistaraheitið, og gentur 14-16 eru eisini bestar í 2025.

Eins og í fjør, kundu tær umborð á Kjósini fegnast um ólavsøkusigur og FM (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Eins og í fjør, kundu tær umborð á Kjósini fegnast um ólavsøkusigur og FM (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-07-28 16:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýrverk var at hoyra stutt eftir róðrarnar fyri at heiðra ólavsøkuvinnararnar og føroyameistararnar úr KÍF kappróðri.

Bæði Kjósin (5 mannafør kvinnur) og Kollur (5 mannafør gentur, 14-16 ár) vóru tvey stig frammanfyri í FM-stríðnum undan dagsins róðrum. Harvið var nóg mikið at enda í topp-tvey, og appelsinlittu bátarnir við knáu kollafjarðakvinnunum lótu als ongan iva um, hvat FM skuld fara.

Kjósin vann dagsins fyrsta FM-róður sannførandi frammanfyri tættasta kappingarneytan, Fípuna Føgru. Báturin úr Klaksvík var frammanfyri eftir fyrstu tøkini, men skjótt fór Kjósin frá og vann greitt eftir ein flottan róður.

Uppaftur meira sannførandi var sigurin umborð á Kolli, sum høvdu heili seks niður til silvurvinnaran - eisini úr Klaksvík.

[object Object]



[object Object]
Stórur dagur fyri KÍF kappróður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kjósin vann eisini FM hjá 5-mannaførunum við kvinnum, og í ár gjørdi Kollur eisini hol í sjógvin. 

5-mannafør kvinnur:

[object Object]Dagsins róður 

[object Object]
Endaliga FM-støðan (Myndir: rsf.fo)

5-mannafør gentur 14-16 ár:

[object Object]

[object Object]


Sí øll úrslitini her

10-mannaførini byrja stutt fyri klokkan 18. Myndir og annað seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder