Kappróður

Klaksvíkingar vunnu aðru ferð á rað

Havnarbáturin hevði ein góðan endaspurt, men tað var ikki nokk at taka Klaksvíking.

(Skíggjamynd: KvF)

(Skíggjamynd: KvF)

2025-06-22 17:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað vóru klaksvíkingar, sum vunnu stóru finaluna á triðja FM-róðrinum í ár, á útsetta róðrinum á jóansøku.

Klaksvíkingur vann 10-mannafarsróðurin og var góða hálva bátslongd frammanfyri Havnarbátin, sum hevði ein góðan endaspurt.

Tað var kortini ikki nokk og Klaksvíkingur vann við tíðini 4.35.03. Hetta er annar sigur á rað hjá Klaksvíkingini. Havnarbáturin vann á Norðoyastevnu.

Norðingur dragnar í FM-stríðnum, men var í dag væl við í kappingini.

10-mannafør á jóansøku
1. Klaksvíkingur 4.35.03
2. Havnarbáturin 4.36.17
3. Norðingur 4.36.46.

Støðan
1. Klaksvíkingur 20 stig
2. Havnarbáturin 19 stig
3. Norðingur 15 stig

Øll úrslit frá jóansøku síggjast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder