Tveir dystir byrja klokkan 15 og tveir klokkan 17.15. Allir kunnu fáa stóran týdning á ymsan hátt í endaspurtinum.
Fyrst er serliga FM-stríðið á breddanum, tá KÍ vitjar HB, og NSÍ er á Skála. Vinnur HB kann liðið enn vera í meistarastríðnum - annars stendur tað millum verandi føroyameistarar og NSÍ. Skála spælir framvegis fyri lívinum hvørja ferð. Støða teirra gjørdist meira vandamikil eftir sigurin hjá 07 Vestur á EB/Streymi í gjár.
Hetta ávirkar eisini AB, sum als ikki er trygt. So nógv er uppá spæl á Argjum tíðliga í kvøld: B36 skal eisini vinna fyri veruliga at halda lív í evropeisku vónini; næstan líkamikið hvat tað endar hjá HB í Gundadali.
Víkingur hevur longu tryggjað Conference League-pláss við steypafinalusigrinum.B68 skal vinna á Víkingi í dag fyri at hava veruleikakendan møguleika at halda sær uppi.
Til ber at fylgja gongdini í øllum ovast á Portalinum - FM1 sigur frá trimum dystum, og tikið verður samanum í 3. hálvleiki klokkan 19.30
Meistaradeildin 24. umfar
Í dag, sunnudagin 11. oktober
15.00:
HB - KÍ (FM1)
Skála - NSÍ (FM1)
Fótbóltsskýlið: Skála í lyklaleikluti
17.15:
AB - B36 (FM1)
B68 - Víkingur
Tikið verður samanum í 3. hálvleiki á FM1 klokkan 19.30 sunnukvøldið - til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum á Portalinum
![]()
Í gjár, leygardagin 10. oktober
07 Vestur - EB/Streymur 3-0 (1-0)
30' Høgni Egilstoft Nielsen 1-0
48' Jasper van der Heyden 2-0
58' Casper Gedsted Hansen 3-0
Meira um dystin her
Les eisini: 07 Vestur syfti EB/Streym - fýra stig frá 9. plássi til 6. pláss
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald