Klassikari og Suðuroyaruppgerð í 1. umfar

Tað verður spælt 24. og 25. apríl - steypavinnararnir skulu til Klaksvíkar. NSÍ slapp beinleiðis í fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið.

HB og KÍ bresta saman um nakrar vikur. Seinastu árini hevur KÍ havt takið á HB men trupulleikar tíðliga í steypakappingini móti sterkastu liðunum (Mynd: Jens Kr. Vang)

HB og KÍ bresta saman um nakrar vikur. Seinastu árini hevur KÍ havt takið á HB men trupulleikar tíðliga í steypakappingini móti sterkastu liðunum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-04-02 20:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lutakastið til 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið var í Televarpinum fyri lítlari løtu síðani.

Tað háttaði seg á hendan hátt:

B36-Skála
FC Suðuroy-TB
B68-ÍF
EB/Streymur-07 Vestur
B71-AB
KÍ-HB
FC Hoyvík-Víkingur

Størsti dysturin á pappírinum er tann millum KÍ og HB: Steypavinnararnir vitja í Klaksvík. Dystirnir verða spældir 24. apríl og 25. apríl.

[object Object]

HB gjørdist steypavinnari í fjør eftir finalusigur á brotsparkskapping (Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ hevur frí í fyrsta umfarið og fer beinleiðis í fjórðingsfinalurnar. Hetta er tí, at liðið kom fyrst úr bollanum, og bert 15 lið eru í kappingini - MB og Royn luttaka ikki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder