Annað

Kommunustjórin meldaði Tórshavnar Bridgefestival í gongd

120 bridgespælarar úr seks ymsum londum sita um vikuskiftið og hugsavnað seg um kortspælið bridge í Dansifrøi í Havn.

2024-03-09 08:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

120 bridgespælarar úr seks ymsum londum sita um vikuskiftið og hugsavnað seg um kortspælið bridge í Dansifrøi í Havn.

Íslendsku Svanhildur Hall og Sigurður Skagfjørð Ingimarsson eru fremst nú 45 av 95 spølum eru spæld. Nummar tvey eru brøðurnir Jaspur og Reimund Langgaard og nummar trý eru Arne Mikkelsen og Símun Lassaberg.

Fyrsta meldið í kappingini meldaði Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, tá ið hann settist við borðið har fyrireikarin Jákup Sørensen av Bridgefestivalinum, saman við Leivi Holm skuldi spæla móti vinnarunum í fjør, Bjarna Hólmari Einarssyni og Boga Simonsen. Jóan Petur meldaði ein sans, so hann hevði góð kort.

Býráðið í Havn veitir, sum partur av ferðavinnuætlan síni, stuðul til altjóða tiltøk, sum eru í býnum. Bridgefestivalurin telist millum tey størstu afturvendandi altjóða tiltøkini, sum eru í Føroyum. Hetta er fimta árið at hann verður hildin. Fyrstu ferð var í 2019 og bara koronaárið 2021 var lagt niður í millum.

Í dag leygardag setast tey aftur at spæla og væntandi er alt liðugt klokkan umleið 17.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder