- Drúgv dystarskrá og skaðar krevja breiðan hóp.
Hetta staðfestir KÍ á heimasíðu sínari - sum grundgeving fyri at man, beint aðrenn flytingarvindeygað lat aftur fríggjadagin, fekk enn ein útlendskan spælara í hópin.
Talan er um spælara nummar ellivu í hópinum, ið ikki er úr Føroyum, og er hetta greitt hægsta tal í Meistaradeildini. Harvið kunnu føroyameistararnir sum útgangspunkt onkutíð spæla við fullum liði, uttan ein einasta føroying.
Tað fer tó ikki at henda, millum annað tí at tveir danskir málverjar eru í hópinum, men tað hevði eisini verið treytað, um allir vóru tøkir. Nýggi spælarin kemur til Klaksvíkar, millum annað tí at skaðar eru.
Jean Carlos de Brito hevur spælt nakað sum vinstri bakkur, og har er ein av vanligu møguleikunum Robert Williams. Men sum Norðlýsið skrivaði í vikuni: Norski bakkurin er so mikið skaddur, at honum tørvar skurðviðgerð í knæðið.
Nýggi spælarin, Brito, er eisini vongur, og har haevur KÍ kanska ikki eins nógvar sum til onnur pláss. "Altmulig-maðurin" René Shaki Joensen er eisini langtíðarskaddur, meðan Deni Pavlovic og Hallur Hansson hava síni ting at dragast við. Harvið legðist royndi svenski miðvallarin Hampus Näsström afturat hópinum i vikuni.
Sí eisini: KÍ heldur fram við at styrkja seg útifrá
Brasliumaður við royndum úr Skandinavia
KÍ kunngjørdi á heimasíðu sínari í gjárkvøldið, at felagið og brasiliumaðurin, Jean Carlos de Brito hava gjørt avtalu fyri kappingarárið 2026.
Jean Carlos er 30 ár, hevur royndir sum vinstri bakkur og vongur og verður lýstur sum ein kvikur og tekniskur leikari.
Talan er eisini um ein spælara, sum hevur royndir úr Skandinavia og Norðanlondum. Hetta í árunum 2019 – 2023.
Har umboðaði Brito millum annað AC Horsens, Hammarby og Varberg BOIS. Eisini spældi nýggi KÍ'arin í Finnalandi - flestar dystir er hann skrásettur fyri í Allsvenskan, sum er best svenska deildin: 36 í tali.
KÍ skrivar, at brasliumaðurin var skaðadarvaður nakað av hesi tíðini. Síðstu árini hevur hann spælt í heimlandinum. Í KÍ veit man, at liðið skal spæla minst fýra evropeiskar dystir seinni í ár - og vónin er væl meira enn tað.
- Jean Carlos, sum kemur til Klaksvíkar so skjótt neyðugu loyvini eru fingið til vega, skal styrkja um hópin til drúgvu dystarskránna, ið er fyri framman.
Dagført: 14.29
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald