2025-07-23 22:45

Føroysku kurvabóltskvinnurnar, sum í hesum døgum luttaka í kapping á Ynys Mon í Wales, hava vunnið sín fyrsta dyst í kappingini.
Kurvabóltur var ikki við á oyggjaleikunum á Orknoyggjum, og tí er Inter-Islands Games ein góður møguleiki hjá landsliðsleikarunum at royna seg.
(Mynd: Kurvabóltssamband Føroya)
Føroyar vunnu í dag 55-22 móti Norður-Wales eftir at vera á odda 26-16 í hálvleikinum. Maria Suma Poulsen gjørdist dagsins leikari.
Í morgin er frídagur og fríggjadagin verðuir spælt móti Oynni Man.
Hjá kurvabóltsmonnunum hevur gingið væl. Teir hava vunnið allar tríggjar dystirnar higartil.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald