Fótbóltur

Kvinnurnar spæla fjórðingsfinalur í dag

Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum verða avgreiddar í dag.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-06-06 12:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hálvfinalistarnir í steypakappingini hjá kvinnum skulu finnast í dag. Longu klokkan 12:30 leggja KÍ og TB/FCS/Royn fyri í fyrstu fjórðingfinaluni seinnapartin, og klokkan 15 fara Víkingur-NSÍ og B36-EBS/Skála í gongd.

Síðsta fjórðingsfinalan verður millum HB og 07 Vestur og verður bríkslað í gongd klokkan 17:30.

Fyrra hálvfinalan verður leikt 10. august, og seinna tann 15. september. Finalan í steypakappingini hjá kvinnum verður 1. oktober.

Fjórðingsfinalur

KÍ-TB/FCS/Royn (6. juni 12:30)
Víkingur-NSÍ (6. juni 15:00)
B36-EB/Streymur (6. juni 15:00)
HB-07 Vestur (6. juni 17:30)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder