
Í 2023 vunnu menninir hjá H71, og kvinnurnar eisini, greipuna. Kyndil endaði aftast í Burn-deildini við - hetta við bert tveimum stigum og 13 stig aftanfyri tættasta liðið, Team Klaksvík. Spælarar vóru farnir í vetrarsteðgin, og tað sá ógvuliga tungt út hjá sigursvanda felagnum.
Á sumri 2023 vóru tó fleiri fet tikin fyri at fáa tingini á rætt kjøl aftur á manssíðuni hjá Kyndli.
Spælarar sum Ovi Lützen Rógvi Dal Christiansen og Høgni Klein Olsen vendu aftur til barndómsfelagið eftir at hava verið í ávikavist øðrum felagi, uttanlands og vekk frá hondbólti. Teir vístu sítt virði í avgerandi FM-finaluni í gjár: Ovi serliga í miðvejruni, Rógvi við hørðum stikuarbeiði og verjuspæli á 2'aranum, og Høgni, sum hevur verið skaðadaraður seinastu vikurnar, við tryggum brotskøstum, tá nógv stóð á.
Donsku álopsessini Tobias Thisen og William Skovsager tóku sanniliga eisini ábyrgd í fleiri førum í finalurøðini - millum annað í 2. hálvleiki í gjár, tá Kyndil fór meira frá og so helt H71 frá sær. Teir hava við sereginleikum sínum gjørt ógvuliga stóran mun í Kyndils-spælinum. Sum fleiri viðleikarar eisini vísa á, so hava teir eisini merkt nógv fyri venjingarstigi.
Tað skal eitt sindur til fyri at halda William Skovsager afturi
Rógvi Dal Christiansen var seinasta heyst og fyrra partin av vetrinum í Danmark aftur í lestrarørindum, men seinastu mánaðirnar hevur hann verið umráðandi fyri barndómsfelagið
Tórður Skorheim Guttesen og Ovi Lützen lyfta steypið, og so er ovurhonds stórur fagnaður (Myndir: Sverri Egholm)
Har eru fleiri hjá Kyndli, sum átt sín leiklut í góðu gongdini seinastu tvey kappingarárini og serliga í ár. At Hjalti Mohr Jacobsen tók við hevur verið umráðandi. Hann hevur fingið sett liðið væl upp
Ovi Lützen varð nevndur omanfyri. Í gjár spældi sterki spælarin frá 02-árganginum saman við ógvuliga roynda Róki Akralíð, sum undan dystinum í gjár var tann einasti í hópinum, sum áður hevði vunnið FM við Kyndli. Rókur spældi framúr væl í miðverjuni í gjár, eins og í triðju finaluni. Hansara dygdir og royndir hava gjørt sítt. Ein annar fyrrverandi FM-vinnari - við øðrum feløgum - hevði eisini sínar løtur í sínum helst seinastu dystum í fremstu føroysku deildini: Spælandi danski hjálparvenjarin, Dávid Edvardsen.
Tórður Skorheim Guttesen traðkaði til, tá hann skuldi í hálvfinalurøðini (í brotskastskappingini) og í finalurøðini var tað serliga í gjár, at stinni málverjin vísti sínar dygdir. Tórður, sum var nógv skaðadarvaður fyri nøkrum árum síðani, hevði fleiri stórbjargingar í fimtu og avgerandi finaluni.
Rókur Akralíð saman við Hjalta Mohr Jacobsen (Mynd: Sverri Egholm)
Sí fleiri myndir frá grøna gullfagnaðinum í gjár her: Fyrsta FM-heitið hjá Kyndli í 18 ár
Kravdi nógv at fáa eitt steyp aftur - og taka FM frá H71
Í ár og í fjør tapti Kyndil steypahálvfinalurnar móti VÍF. Tað vantaði tað allarseinasta í ár í Vestmanna - í FM-hálvfinalunum í fjør móti H71 gekk tað ikki.
Nú bragdaði hjá Kyndli, sum StÍF var heilt nær við at senda út í hálvfinalunum. Kyndil treiskaðist tó í mótgongd og vann sítt fyrsta steyp á manssíðuni síðani steypagulli í 2018, tá man basti H71.
Nú førdi ein sigur á H71 fyri stúgvandi fullari og larmandi høll á Hálsi til gull aftur. Undan hesi finalurøðini hevði H71 vunnið seks av teimum seinastu sjey møguligu FM-heitum - í 2020 steðgaði kappingin vegna koronu, áðrenn nakar vinnari varð funnin. Hetta er ógvuliga flott av hoyvíkingum, sum skulu royna at reisa seg aftur til næsta ár, har tað helst aftur verður eitt tætt stríð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald