
Tað kundi valla verið nakað tættari: Fimm finalur og bert eitt mál á muni í tí fimtu finaluni í dag. Tað skuldi ógvuliga nógv til hjá vinnarunum í grundspælinum, Kyndli, at koppa trýfaldu føroyameistarunum.
H71 vann fyrstu finaluna á Hálsi og eftir tveir Kyndils-sigrar svaraði H71 aftur í Hoyvík mikukvøldið, og so varð lagt í grýtuna til eitt risa brak.
Tað kókaði eisini á Hálsi, har áskoðarnir og verupartarnir vístu seg best fram. Bert 19 mál komu í 1. hálvleiki, og tað er ógvuliga óvanligt í nýmótans hondbólti - serliga hjá monnum.
Tað var tætt allan vegin, og nógv rós skal gevast fyri stríði og verjuspælið. Tað var hart uttan at vera ófantaligt - tá tað fór yvir linjuna, vóru Thomas Juul Thomsen og Jógvan Skeel Nolsøe, og nógv brotskøst vórðu eisini dømd.
Kyndil var á odda við einum í steðginum. Fyrra helming av 2. hálvleiki otaði heimaliðið seg trý mál afturat frammum. Serliga miðverjan - við Róki Akralíð og Ova Lützen - og málverjin Tórður Skorheim Guttesen gingu á odda hesa løtuna. Tórður hevði eitt gott bjargingarprosent og serliga var hann eyðkendur við nøkrum stórbjagingum - millum annað varð syrgt fyri at H71 brendi trý brotskøst.
Álopskenda spælið var eyðmerkt við, at William Skovsager og Tobias Thisen skoraðu flott mál, tá neyðugt var. Danirnir hava gjørt stóran mun seinastu tvey árini, og skoraðu bakspælararnir samanlagt 13 mál í dag. Høgni Klein Olsen skoraði eisini tvey týðandi brotskøst, meðan Rógvi Dal-Christiansen á strikuni eisini var loysnin nakrar ferðir.
Nógvir av hesum eru uppruna Kyndlis-spælarar, sum nú sleppa at lyfta FM-steypið. Hetta er fyrstu ferð í 18 ár, at teð eydnast hjá mansliði felagsins - tí mest vinnandi í manssíðuni. Bert Rókur Akralíð hevur roynt hetta áður við Kyndli.
H71 vann seg nærri móti ednanum. Millum annað var tað við 7 móti 6 spæli eina løtu, góðum máli frá ógvuliga vælspælandi Helga Hildarson Hoydal og einum ísakøldum Jákup Egholm.
Brian Slyne minkaði til 24-23, tá 23 sekund vóru eftir, men Kyndil helt fast. William Skovsager vann brotskast, beint sum tíðin fór, men tað varð ongantíð tikið. Øll tey í grønum komu tysjandi inn, og so byrjaði gullveitslan.
5. FM-finalan hjá monnum
Leygardagin 3. mai á Hálsi
Kyndil - H71 24-23 (10-9)
Dystargongdin:
5. min: 2-0
10 min: 4-2
15 min: 4-5
20 min: 6-6
25 min: 8-8
30 min: 10-9
35 min: 12-10
40 min: 14-12
45 min: 17-13
50 min: 20-17
55 min: 22-20
60 min: 24-23
Toppskjúttar:
Jákup Egholm 9 mál (H71)
Tobias Thisen 7 mál (Kyndil)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald