Hondbóltur

Kyndil og VÍF kunnu spæla seg í FM-finalurnar í kvøld

FM1 sigur frá aðru FM-hálvfinaluni hjá kvinnuliðunum hjá Kyndli og Neistan, sum byrjar klokkan 16. VÍF vitjar í Hoyvík klokkan 19 - til ber at fylgja við báðum dystunum ovast á Portalinum.

Kyndil og VÍF hittust í steypafinalunum. Í løtuni liggur tað til, at hesi eisini skulu spæla FM-finalur hjá kvinnum - men nógv kann broyast í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Kyndil og VÍF hittust í steypafinalunum. Í løtuni liggur tað til, at hesi eisini skulu spæla FM-finalur hjá kvinnum - men nógv kann broyast í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-19 11:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið var fyrsta FM-finalan hjá monnum spæld, og í kvøld kunnu vit kenna nøvnini á teimum báðum finaluliðunum í SMS-deildini.

Les eisini: H71 vendi øllum og avgjørdi í seinasta sekundi í fyrstu FM-finaluni

Tað krevst tó, at Kyndil og VÍF, sum vunnu í fyrstu hálvfinalunum hóskvøldið, aftur vinna í kvøld.

Aðru hálvfinalurnar í SMS-deildini:
Sunnudagin 19. apríl
16.00: Kyndil (1) - Neistin (0) - FM1
19.00: H71 (0) - VÍF (1)

Fyrsta liðið at vinna tvær hálvfinalur kemur í finalurnar. Stendur á jøvnum eftir 60 minuttir verður longd leiktíð

Harvið er trýst á H71 og Neistanum, sum noyðast at vinna dystirnar í dag.

Á pappírinum kann serliga roknast við einari tættari hálvfinalu í Hoyvíkshøllini: Longd leiktíð skuldi til fyri at finna vinnaran í Vestmanna hóskvøldið.

Tormóður Petursson Djurhuus og Jórun Ludvig siga frá á Hálsi í dag. Til ber at fylgja gongdini í báðum dystunum ovast á Portalinum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder