Hondbóltur

Kyndil steypavinnari triðja árið á rað

Og fyri fjórðu ferð seinastu fimm árini - hetta eftir samanlagt greiðan sigur á teimum í gulum og bláum, har serliga verjuparturin og eindin sigraðu.

Ikki tann vakrasti dysturin men Kyndil vísti seg eina sterka eind í finaluni - samantvinnanin av teimum báðum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ikki tann vakrasti dysturin men Kyndil vísti seg eina sterka eind í finaluni - samantvinnanin av teimum báðum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-02-21 18:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað vóru sum væntað tær í grønum og svørtum, sum aftur fóru avstað við steypagullinum. Kyndil vann 29-26 á VÍF, og sigurin kom ongantíð veruliga í vanda.  

Tað vóru annars vestmannakvinnur, sum byrjaðu finaluna betri. Fýra tey fyrstu álopini góvu mál, har skaðadarvaða Lív Poulsen skeyt tvey flott mál, og í hinum endanum átti Ida Mai Nielsen eina stórbjarging. Men so steðgaði fullkomiliga upp í VÍF-álopinum: Í tíggju minuttir eydnaðist ikki at fáa bóltin framvið Gyltu á Neystabø, meðan Kyndil spældi knasandi góðan hondbólt.

Hendan 7-0 løtan gjørdist sterka grundarlagið fyri stóra sigurin hjá Kyndli. Verjan sum heild – og serliga royndu Bjarta Johansen og Báru Krossteig Hansen í miðverjuni – stóðstinn. Vestmannakvinnur fingu javnan ilt, tá tær komu inn ímóti, og í álopinum gleið spælið hjá Kyndli væl.

[object Object]
Verjuparturin hjá Kyndli var góður, og tað var trupult hjá vestmannakvinnum at bróta ígjøgnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ein av styrkinum hjá sterka liðnum vísti seg: Kyndil skoraði allastaðni frá. Turið Arge Samuelsen fekk síni mál – summi ógvuliga flott og nøkur í mótálopum – Bára K. Hansen skoraði við góðum standiskotum útifrá og tryggum brotskøstum, Bjarta Johansen skoraði síni mál av strikuni, Silja Geirsdóttir Eystberg spældi serliga væl fyrstu løtuna av 2. hálvleiki, og ungu vengurnir vóru so at siga lýtaleysar: 19-ára gomliu Joan Johannesen og Asta Sofía F. Hansen gagnnýttu tað til fulnar, tá tær fingu pláss.

VÍF fekk betri tamarhald á verjuni, sum fyrri hálvleikur leið, og Kyndil skoraði bert fýra ferðir seinna helming av hálvleikinum. Trupulleikin var bara nógvu teknisku villurnar, ein profilur sum Fríða Nolsøe Olsen fann ikki sítt vanliga stig fyrrenn móti endanum, og so gjørdust brendir møguleikar ein gjøgnumgangandi trupulleiki hjá VÍF.

Gylta Djurhuus á Neystabø gjørdi lívið súrt hjá teimum í gulum og bláum: 19-ára gamli málverjin hevði samanlagt 13 bjargingar, og summar av teimum vóru stórar. Gylta var við at syrgja fyri, at tað ongantíð veruliga gjørdist spennandi eftir steðgin. Hon tók av í fyrstu royndini sum fyrsti málverji hjá Kyndli og gjørdist dagsins spælari.

[object Object]
Gylta á Neystabø stórleypandi út móti strikuskoti - 19-ára gamli málverjin var stórspælandi á stóra pallinum, sum steypafinalan er 

[object Object]Turið Arge Samuelsen og Bára Krossteig Hansen eru vanar at vinna: Tær skoraðu samanlagt 14 mál í finaluni og vardu eisini ógvuliga væl (Myndir: Jens Kr. Vang) 

Faxe Kondi Steypafinalan hjá kvinnum 2026
VÍF - Kyndil 26-29 (9-13)

Dystargongdin:
5 min: 3-2
10 min: 4-6
15 min: 4-9
20 min: 6-10
25 min: 7-12
30 min: 9-13
35 min: 11-16
40 min: 14-19
45 min: 17-24
50 min: 20-25
55 min: 22-28
60 min: 26-29

Toppskjúttar: 
Turið Arge Samuelsen 8 mál,
Ingibjørg Olsen 7 mál, Fríða Nolsøe Olsen 7 mál

Bjargingar:

VíF: Ida Mai Nielsen 7

Kyndil:
Gylta á Neystabø 13
Tomma Petersen 2

Útvísingar:
VÍF: 2
Kyndil: 1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder