Hondbóltur

Kyndil svaraði væl aftur

Tað verður ein fjórða FM-finala hjá kvinnum í Hoyvík mikukvøldið. Hetta er greitt eftir ferðmiklu finaluna á Hálsi, sum heimaliðið vann.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-05-03 17:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kyndil skuldi vísa nakað annað enn í hinum báðum finalunum, har tær - fram til eina løtu í 2. hálvleiki í seinnu finaluni - høvdu sæð merkiliga tannleysar. H71 hevði eisini sum heild spælt snildari og betri, men í dag sást góðskan hjá teimum í grønum veruliga aftur í einum inntensum og góðum hondbóltsdysti.

Lea Brockie smekkaði bóltin upp í longra málhornið av vinstra vongi hjá H71 í fyrsta álopinum í dystinum. 0-1 men eftir hetta vóru hoyvíkskvinnur ikki aftur frammanfyri í dystinum.

Kyndil skoraði fýra mál á rað, Jovana Stranjanac bjargaði trimum skotum fyrstu seks minuttirnar, og so var grundarlagið lagt. Turið Arge Samuelsen byrjaði sum vongur og skoraði nøkur mál eftir yvirgongd - í seinna hálvleiki tók hon eisini veruliga ábyrgd í bakketuni.

Bára Krossteig Hansen spældi aftur ógvuliga væl,  Nadja Pejovic var spælskipari í løtum og fekk fleiri skot at sita, tað eydnaðist ofta at finna Bjartu Johansen, ið var púra trygg í dag. Ofta var tað Natasja Hammer, sum hevði stóran leiklut í dag.

Sum heild loysti Kyndil nógv betri 5-1 verjuna hjá H71 í dag, og tað gekst betri hjá útiliðnum, tá farið var aftur til 5-1 verjuna.  H71 hekk í og fekk syrgt fyri, at munurin ikki var meira enn tvey mál í steðginum.  Bjargingar vantaðu fyri steðgin, og í løtum var tað Maria Halsdóttir Weyhe, sum helt H71 inni í dystinum - tað at nadja Pejovic kom nakað fram at dekka órógvaði H71 nógv í løtum.

Nógv ferð var á dystinum, men í stóran mun spældi liðini eisini uttan stór teknisk mistøk.

H71 kom á javnt nakað inn í 2. hálvleik - Rúna Larsen átti nakrar stórbjargingar - men so fekk Kyndils-verjan faatur á  aftur. Hoyvíkskvinnur gjørdu nøkur teknisk mistøk, og 7 móti 6 eydnaðist ikki. Tá tíggju minuttir vóru eftir, vóru fýra mál á muni, og tað varð ov tungt hjá H71 at venda tí - tað varð 33-32, tá tíggju sekund restaðu í. Tað eydnaðist ikki at avgerða tað hjá H71 men ein nýggjur møguleiki verður mikukvøldið 7. mai.

[object Object]

Kyndil ynskir at sleppa til eina fimtu og púra avgerandi finalu á Hálsi um eina viku. Hetta kunnu vinnararnir av grundspælinum syrgja fyri við líkandni avriki í Hoyvík. Stóran part av dystinum í dag vístu tær grønu seg sum tað liðið, sum man hevur sæð í fleiri stórum dystum seinastu 2-3 árini. Í dag tyktist tað at vera Julian Johansen, sum als ikki hevur verið íblandaður fyrrenn finalurøðin byrjaði, sum stýrdi á síðulinjuni.

3. FM-finalan hjá kvinnum
Leygardagin 3. mai á Hálsi
Kyndil - H71 33-32 (19-17)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder