Ein dystur var á skránni í SMS deildini í kvøld, har Kyndil tók ímóti Stjørnuni í høllini á Hálsi.
Stjørnan vann fyrr í ár, tá liðini hittust í Klaksvík.
Men í kvøld var tað Kyndilskvinnur, ið vóru við yvirlutan. Tað bleiv til ein greiðan 33-25 sigur til heimaliðið, eftir hálvleiksstøðuna 16-10. Við sigrinum í kvøld, hevur Kyndil lagt seg á fyrsta pláss í SMS-deildini.
Sí myndir frá dystinum her: Myndir: Kyndil - Stjørnan kvinnur
SMS-deildin: 
Kyndil – Stjørnan 33-25(16-10)
Toppskjúttar:
Ásleyg Súnadóttir, Natasja Hammer og Mina L. Sirdal 6
Støðan: 
 Kyndil 16 stig (10 dystir)
 VÍF 16 stig (10 dystir)
 Neistin 12 stig (10 dystir)
 H71 12 stig (9 dystir)
 Stjørnan 8 stig (10 dystir)
 StÍF 4 stig (10 dystir)
 VB 0 stig (9 dystir)
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald