Hondbóltur

Kyndil vann fyrstu FM-finaluna

Tær i grønum fóru frá VÍF eitt sindur fyri stegðin, og tað gjørdist ikki veruliga spennandi á Hálsi. Turið Arge Samuelsen skaraði framur við tólv málum i dag.

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2026-04-26 18:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár varð FM-heitið hjá monnum avgjørt, tá H71 vann triðju FM-finaluna á Kyndli.

Í dag varð fyrsta FM-finalan hjá kvinnan spæld á Hálsi. Har eru steypavinnararnir stórfavorittar, og Kyndil livdi eisini upp til tað í fyrstu royndini.

29-27 ljóðar ikki so greitt, men tær í grønum vóru á odda við seks málum, tá niggju minuttir vóru eftir. 

VÍF fekk pyntað um tað mót endanum, men skal finna nakað annað fram, um tað skal eydnast at vinna í Vestmanna mikukvøldið kl.19, tá finala nummar tvey er á skránni.

Turið Arge Samuelsen skaraði framur við tólv málum i dag.

Kyndil vísti styrki i hálvfinalunum og er nú tveir sigrar frá føroyameistaraheitinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder