
Hondbóltskappingarárið nærkast endanum kring Evropa. Hjá fleiri føroyingum - bæði heima og uttanlands - er kappingarárið longu av.
Summi spæla um hálvfinalu- og finalupláss. Teis Horn Rasmussen spælir um uppflyting úr næstbestu donsku deildini.
Danmark: Teis Horn Rasmussen - triða og avgerandi play-off dystin
18.00: Aarhus Håndbold - Skive
Vinna Teis og Aarhus heimadystin, so fær liðið avgerandi play-off dystir um uppflyting móti liðnum, ið endar niðast í niðara endaspælinum í fremstu donsku deildini. Skive og Aarhus hava higartil vunnið ein dyst hvør. Taparin í kvøld er liðugur fyri kappingarárið og spælir eisini í næstbestu deildini eftir summarsteðgin.
Til ber at fylgja við at fylgja við HER við at finna dystin
Ísland: Silja Arngrímsdóttir Müller - triðja og helst avgerandi hálvfinalan
19.00: Valur - ÍR
Silja og tær hava vunnið báðar hálvfinalurnar stutt (við 19 málum og 13 málum). Harvið bendir einki á, at ÍR skal syrgja fyri einari fjórðu hálvfinalu. Føroyski málverjin kann verða við fáa finalupláss í hús á Hlíðarenda í kvøld. Valur er longu í European Cup-finaluni (triðsterkasta kappingini hjá EHF)
Silja Arngrímsdóttir Müller við landsliðnum í Litava herfyri (Mynd: jn.fo)
Ísland: Allan Norðberg og Bjarni í Selvindi móti Halli Arason og Sveini Olafsson - fimta og avgerandi hálvfinalan
21.15: Valur - Afturelding
Valur hevur uppruna StÍF'arnar Allan og Bjarna, meðan Hallur (VÍF) og Sveinur (H71) stríðast fyri Afturelding. Liðini hava vunnið tveir dystir hvør, og lagt er upp til ein gysara í Reykjavík í kvøld. Bjarni í Selvindi hevur higartil verið framúrskarandi í hálvfinalurøðini.
handbolti.is fylgir eisini gongdini tætt.
Landsliðsspælararnir Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg (Mynd: Agnar Prestá)
Hallur Arason og Sveinur Olafsson fyri Afturelding
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald