Hondbóltur

Lagnuleygardagur fyri føroysku EM-vónirnar

Førosyku U20-menninir noyðast at vinna á Sveis, sum longu er víðari við 99 prosent vissu, men sum skal tryggjað fyrsta plássið. Dysturin byrjar klokkan 17.30 og til ber at stroyma á Portalinum frá klokkan 17.

Føroyingar skulu fáa tað mesta at rigga móti sterka sveisika liðnum í kvøld - Rúnar Hammer (við bóltinum) sær tó góðar møguleikar í álopsspælinum, serliga um yivrtalsspælið eisini verður betri (Mynd: AVA Photography)

Føroyingar skulu fáa tað mesta at rigga móti sterka sveisika liðnum í kvøld - Rúnar Hammer (við bóltinum) sær tó góðar møguleikar í álopsspælinum, serliga um yivrtalsspælið eisini verður betri (Mynd: AVA Photography)

2026-07-11 11:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skulu Føroyar víðari til ovara miðumfarið og spæla um stuttligastu plássini, ella skulu U20-menninir í næstu viku stríðast um at koma í topp 15 og harvið til U21 HM næsta ár.

Hetta fáa vit svar uppá í kvøld, tá Føroyar og Sveis bresta saman í Turda.

Støðan Í bólkinum eftir tvey umfør:
1. Sveis 4 stig
2. Serbia 2 stig
------------------
3. Føroyar 2 stig 
4. Turkaland 0 stig 

Tvey lið koma víðari til miðumfarið. Man fær stigini við sær, sum man fær móti hinum liðnum, ið kemur víðari.

3. og seinasta umfar:
Leygardagin 10. juli
12.30: Serbia - Turkaland
17.30: Sveis - Føroyar (Portalurin og FM1)

Sveis endaði nummar 11 í U19 HM í fjør og hevur higartil víst seg sum sterkasta liðið í bólkinum. Hetta við at vinna 50-32 á Turkalandi og síðani 35-25 á Serbia. Bakspælarin Tiago Cuencas (nummar 5 á blusuni) er næstbesti toppskjútti í EM við 23 málum eftir tveir dystir. Hann skal tálmast í dag.

Føroyar vunnu eisini trygt á Turkalandi hósdagin, har nógv varð roterað. Men Føroyar taptu tepurt fyri Serbia í 1. umfari, hóast góða leiðslu í løtum, og eru harvið kroystir at vinna í kvøld fyri at koma víðari til ovara miðumfarið í EM-endaspælinum.

Tað verður trupult, men har eru ymiskir møguleikar - millum annað í álopsspælinum. Tað staðfesta Jákup Egholm, føroyskur toppskjútti, og Rúnar Hammer, upplegskongur, í samrøðu við Pætur Nolsøe.

Sí eisini: Jákup og Rúnar til reiðar til stóru og avgerandi uppgávuna móti Sveis

Júst Pætur Nolsøe fer at siga frá dystinum, sum byrjar klokkan 17.30. Portalurin gog FM1 byrja at senda klokkan 17.00 við Andriasi Eriksen sum viðmerkjara.

Stroyma ókeypis á Portalinum, um tú ert í Føroyum, ella lurta á FM1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder