Hondbóltur

Landskappingarnar í hondbólti byrja mitt í september

Og koyra til í seinasta lagi 2. og 9. mai 2026 - alt eftir hvussu nógvar finalur talan verður um Steypafinaluvikuskifti verður 20. - 22. februar. Skráirnar liggja á hsf.fo.

Kyndil vann FM hjá monnum í 2024/2025. Teir í grønum byrja aftur við stórsteypadysti 7. september - vikuskifti aftaná byrjar landskappingin (Mynd: Sverri Egholm)

Kyndil vann FM hjá monnum í 2024/2025. Teir í grønum byrja aftur við stórsteypadysti 7. september - vikuskifti aftaná byrjar landskappingin (Mynd: Sverri Egholm)

2025-07-23 08:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HSF: Landskappingarnar hjá SMS, Burn, 1. deild og ungdómum, niður til U14, eru nú komnar út og liggja á heimasíðuni hjá HSF.

Kappingarárið hjá monnum og kvinnum byrjar sum vant við dystunum um Lionsbikarið, har vinnarin av steypakappingini og FM í 2025 møtast. Hesir dystirnir verða sunnudagin 7. september í Høllini á Hálsi.

Vikuna eftir byrjar landskappingin, sum koyrir til í seinasta lagi 2. og 9. mai, ávikavist í Burn og SMS deildini, hetta alt eftir hvussu nógvar finalur talan verður um.

Barnahondbólturin hjá U9, U10 og U12 byrjar um mánaðarskiftið september/oktober við Heystkappingini. Leiksskráin fyri barnahondbóltin kemur út eftir summarfrítíðina.

Sí skráirnar her

Steypafinaluvikuskiftið 2026 liggur 20. – 22. februar.

Umframt hetta er lítil steðgur í, tá A-endaspølini eru undan og og eftir jól.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder