
Flogbóltssamband Føroya: Fyrstu dystirnir í landskappingini í flogbólti hjá kvinnum og monnum verða spældir í dag.
Í Hotel Djurhuus-deildini (kvinnur) spæla TB og Dráttur í Trongisvági kl. 14:15, og í Polestar-deildini (menn) spæla ÍF og SÍ í Fuglafirði kl. 15:30.
Sunnudagin verða tveir dystir í Hotel-Djurhuus deildini. Føroyameistarin Fleyr tekur ímóti steypavinnaranum Mjølni kl. 13, og kl. 18 spæla KÍF og SÍ í Kollafirði.
Eins og kvinnurnar úr Klaksvík skulu menninir eisini til havnar sunnudagin, har Fleyr og Mjølnir spæla kl. 16 í Polestar-deildini.
Menninir úr Mjølni vunnu seinasta ár sítt sjeynda meistaraheiti á rað eftir tríggjar FM-finalur ímoti SÍ, har serliga tann triði dysturin er millum minniligastu flogbóltsdystir, sum spældir eru her á landi. Mjølnir vann fimta settið 17-19, eftir at hava verið aftanfyri 2-0 í settum og havt tveir dystarbóltar ímóti sær í javnbrótaranum, eftir annars at hava verið á odda 10-3, 12-6 og 13-8.
Hjá kvinnunum var tað Fleyr, sum gjørdist føroyameistari eftir tvær minniligar finalur ímóti SÍ, sum báðar endaðu 3-2 til Fleyr.
Hotel Djurhuus-deildin:
Leygardagin 20. september: TB – Dráttur kl. 14.15
Sunnudagin 21. september: Fleyr – Mjølnir kl. 13.00
Sunnudagin 21. september: KÍF - SÍ kl. 18.00
Polestar-deildin:
Leygardagin 20. september: ÍF – SÍ kl. 15.30
Sunnudagin 21. september: Fleyr – Mjølnir kl. 16.00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald