Kappróður

Langteinarógving í nýggjum hami

Leygardagin 23. august kl. 13:00 verður eitt nýtt og spennandi átak sett í verk, tá Róðrarsamband Føroya og Skála Róðrarfelag skipa fyri langteinaróðri eftir einum nýggjum og skipaðum leisti.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-06-30 12:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Langteinarógving er ikki nakað nýtt í føroysum kappróðri. Nakrar kappingar av hesum slag hava verið í Klaksvík og Vestmanna áður.

Søguliga sæð róðu føroyskir garpar langt út á fiskimið, og við hesi dagskapping verður vent aftur til røtur okkara.

Kappingin byrjar kl. 13:00 og verður hildin á longsta fjørðinum í Føroyum, Skálafjørðinum, har luttakararnir fara at rógva góðar 5000 metrar, har byrjað verður úr Skálabotni og róð út til Skála. Øll kappingin verður skipað sum tíðarroynd, har bátarnir verða sendir avstað við trimum minuttum ímillum, og mátingin byrjar og endar millum boyur, har start- og mállinjan verður.

Hóast langteinarógving áður hevur verið roynd í Føroyum, er hetta fyrstu ferð, at kappingin verður skipað við hesum leisti – bæði fyri luttakarar og áskoðarar. Róðrarsambandið vónar at síggja nógvar bátar til start, og hevur lagt dent á, at gera tiltakið so opið og innbjóðandi sum gjørligt.

Kappast verður í hesum bólkum:

• 5-mannafør kvinnur undir 18 ár

• 5-mannafør menn undir 18 ár

• 6-mannafør kvinnur yvir 18 ár

• 6-mannafør menn yvir 18 ár

Tiltakið er bæði ein roynd og eitt menningarátak, har fokus er á styrki, úthaldni og nýggjar kappingarformar.

Tilmeldingin opnar 1. juli.

Róðrarsamband Føroya


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder