Hondbóltur

Leggja fyri móti Sveis 29. november - Danmark síðst á skránni

Hetta fríggjakvøldið spæla Føroyar søguligan dyst í stóru høllini í Sveis. 1. desember er tað Føroyar - Kroatia, og EM-bólkaspælið endar 3. desember, tá Danmark er á skránni.

Føroyar vóru í bólki við Danmark í seinastu EM-undankapping. Serliga í Føroyum var munrin stórur. Jana Mittún og hinir skulu aftur takast við danir - men fyrst eru Sveis og Kroatia á skránni í Basel (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Føroyar vóru í bólki við Danmark í seinastu EM-undankapping. Serliga í Føroyum var munrin stórur. Jana Mittún og hinir skulu aftur takast við danir - men fyrst eru Sveis og Kroatia á skránni í Basel (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-18 18:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bólkurin hjá Føroyum verður spældur í Basel. Stóra St. Jakobshalle, sum sambært fleiri upplýsingum hevur yvir 12.000 áskoðarapláss, verður karmur um allar dystirnar hjá føroysku kvinnunum.

Tann fyrsti verður søguligur og stórur fyri Føroyar og Sveis. Hetta er bert annað endaspælið hjá sveisisku kvinnunum - vóru eisini við í 2022 - og tað fyrsta á heimavølli. Hetta er tað fyrsta yvirhøvur hjá føroyska kvinnulandsliðnum.

[object Object]
Til lutakastið í dag - Anna Maria Halsdóttir Weyhe, Elsa Egholm og onnur fylgja spent við (Mynd: Sverri Egholm)

Hóast Sveis var styrkismett omanfyri Kroatia, so hava okkara helst betri møguleika at koppa Sveis enn Kroatia.

Føroyar taptu við átta málum móti júst Sveis fyri tveimum árum síðani og við fýra málum í 2018. Tað verður íhvussu er eitt spenanndi fríggjakvøld í Sveis síðst í november. 

Sí eisini: Til Sveis at spæla móti vertunum, Kroatia og Danmark

Sveis - Føroyar verður spældur 29. november og bert tveir dagar eru millum hvønn dyst. Føroyar og Kroatia verður fyrsta dagin í desember, og 3. desember er greitt truplasti dysturin á skránni: Danmark.

Her er føroyska dystaskráin til EM-endaspælið:

29.november: Sveis - Føroyar

1.desember: Føroyar - Kroatia

3.desember: Føroyar - Danmark

Allir dystirnir verða spældir í Basel (St. Jakobshalle)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder