Liðini úr norðara parti av landinum vunnu í fyrstu royndini

KÍ, Víkingur, NSÍ og B68 vóru øll favorittar og fingu trý stig. Á Sandi, har 07 Vestur vitjaði, endaði við javnleiki.

Børge Petersen, her í dysti í Betrideildini móti AB. 17-ára gamli verjuleikarin skoraði fyrsta málið í kappingarárinum í 1. deild. Tað var í 2-0 sigrinum hjá KÍ á Argjum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Børge Petersen, her í dysti í Betrideildini móti AB. 17-ára gamli verjuleikarin skoraði fyrsta málið í kappingarárinum í 1. deild. Tað var í 2-0 sigrinum hjá KÍ á Argjum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-07 19:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1. deild hjá monnum fór av bakkastokki seinnapartin. Fult umfar var.

Klaksvíkingar vunnu deildina í fjør, og í dag vunnu teir á einum av uppflytarunum. Ein 17-ára gamal og ein 18-ára gamal stóðu fyri málunum.

Hóast eina leiðslu tíðliga, og hóast yvirtal tað mesta av 2. hálvleiki, so megnaði 07 Vestur ikki at fáa trý stig við sær umborð á Teistan. Vandamikli Gilli Samuelsen er vendur aftur frá B36, og hann byrjaði væl.

[object Object]
Gilli Samuelsen legði 07 Vestur tíðliga á odda á Sandi - her í dysti fyri B36 í fjør (Mynd: Ólavur Frederiksen)

NSÍ skoraði tíðliga og seint og basti einum spennandi HB-liðið. 1. deildarliðið hjá NSÍ hevur seinastu árini staðið seg heilt væl.

Uppflytararnir vóru á odda í Hoyvík, men treisku víkingarnir svarðau aftur í 2. hálvleiki. Í fjør og í 2016 var Vìkingur við í oddastríðnum í deildini.

[object Object]
Andria Benjaminsen kann gerast ein sannur fongur fyri B68 (Mynd: Tofta Ítrottafelag)

Andri Benjaminsen, ið er vendur aftur til bandómsfelagið, avgjørdi dystin í Gundadali. Toftamaðurin skoraði einsamalla málið. 
 
AB - KÍ 0-2 (0-1)
29' Børge Petersen 1-0
78' Kristian Svabo Eliasen 2-0

B71 - 07 Vestur 1-1 (1-1)
8' Gilli Samuelsen 0-1
23' Tummas Pauli Olsen 1-1
Reytt kort: Tijani Mohammed (56')

NSÍ - HB 2-0 (1-0)
6' Pætur Turiðarson Skipanes 1-0
90' Jóel Høgnason Jacobsen 2-0

FC Hoyvík - Víkingur 1-3 (0-0)
40' Hugin á Borg Ferber 1-0
54' Ási Rasmusen
65' Óla Kristian Skála Jacobsen (br.) 1-2
70' Rani Hansen

B36 - B68 0-1 (0-0)
60’ Andri Benjaminsen 0-1 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder