Tuzla, Bosnia (Portalurin): - Ofta er man forkelaður í londum longuri norðuri. Her hevur kanska verið eitt sindur trupult at fingið alt samskifti og onnur ting at koyra, og tað hava verið nøkur smáting "hen ad vejen". Men vit royna ikki at lata tað ávirka, og serliga so spælararnir ikki skulu hugsa um hesi tingini.
Hetta sigur Høgni Vilhelmsen, tá vit fáa orðið á hann í sólini í triðstørsta býnum í Bosnia-Hersegovina.
Hetta var uttanfyri fyrra gistingarhúsið hjá føroyska liðnum, sum hevur skift gistingarhús í dag, tí bosniska hondbóltssambandið gav boð um hetta áðrenn. Og bíðað varð eftir bussinum eina góða løtu, tí samskifti um tíðina ikki var komið runt í bosnisku kanalunum.
Eitt dømi um at alt ikki hevur gingið sum smurt á túrinum - serliga tí tað hevur verið óvanliga trupult at samskifta við hondbóltssambandið hjá Bosnia-Hersegovina. Men sum føroyski liðleiðarin sigur: Spælararnir skulu í størsta mun hugsa um at spæla hondbólt, meðan onnur taka sær av tí praktiska, og soleiðis er eisini í hesum førinum.
- Hjá mær sum liðleiðari er tað ofta lápraktiskt. Og um tað er lissa, ein neglaklippari ella okkurt annað, sum manglar, so skal tað bara vera har. Haldi at spælararnir vita, at um tað er nakað, so spyrja teir meg - og at um teir gera tað, so klári eg at fixa tað mesta.
![]()
Video: - Tað er heilt víst Teis
Høgni Vilhelmsen hevur verið liðleiðari í nøkur ár og á A-landsliðnum í smá tvey ár. Tað fyllur serliga nógv nakrar vikur um árið, og havnarmaðurin á Argjum fær eisini røkt partar av borgarliga starvinum á túrunum. Høgni er eisini býráðslimir í Havn og skuldi í roynd og veru verið á fíggjarnevndarfundi hesa vikuna - men har er eykalimurin komin inn.
Áðrenn leiðin gekk á nýggja gisitngarhúsið, staðfesti Høgni Vilhelmsen, at tað hevðri verið "øðiliga skeg at glett Føroyar við góðum avrium hesa vikuna og at spælt seg til HM í Týsklandi".
Sí eisini: Soleiðis spæla Føroyar seg til HM-endaspælið hesa vikuna
Hoyr alla samrøðuna við Høgna Vilhelmsen her
Hoyr alla sendingina úr Bosnia her: . Beinleiðis úr bussinum og av gistingarhúsunum: Við spælarum, liðleiðara og løgmanni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald