Líggjas Joensen úr Ægir betraði í gjár føroyska juniormetið í 200 metra frísvimjing á langgeil.
Tað gjørdi hann, tá hann í A-finaluni á Danish Open 2026 vann gull við tíðini 1:49.31, har metið hjá honum frá fríggjamorgunin var 1:49.83, skrivar svimjing.com.
Hósdagin setti Líggjas nýtt føroyskt met í 800 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann svam seg til úrslitið 8:09.08, sum eisini rakk til silvurheiðursmerki.
Í morgun var 100 metrar frí á skránni, har Líggjas eisini setti føroyskt met og juniormet við tíðini 51.68. Hann átti sjálvur metini á 51.77 frá Vest Junior/Senior Langbane í mars mánaða.
Líggjas Joensen býr og svimur til dagliga í Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald