Hondbóltur

Liggur nú til H71

Hoyvíkingar vunnu málríku triðju finaluna í Hoyvík í kvøld eftir longda leiktíð. KÍF kann tó tryggja eina fimtu finalu við sigri á heimavølli mikukvøldið.

H71 megnaði til endans at stríða seg framvið KÍF - mynd frá aðru FM-finaluni (Mynd: Jens Kr. Vang)

H71 megnaði til endans at stríða seg framvið KÍF - mynd frá aðru FM-finaluni (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-04-27 22:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

H71 hevur dystarbólt mikudagin. Hetta er greitt eftir spennandi triðju FM-finaluna í fullsettu Hoyvíkshøllini í kvøld.

Hon var inntens á ein annan hátt enn hinar. Mikukvøldið, tá KÍF avgjørdi við seinasta kastinum, komu samanlagt 47 mál. Í kvøld komu 75 mál á talvuna.

Verjurnar manglaðu mátt og megi í løtum, og bjargingar vantaðu í løtum - tað varð meira ein dystur fyri effektivt álopsspæl.

Leiktíðin var eisini longri. H71 var á odda so at siga allan dystin og við fýra málum í steðginum. Kollfirðingar stríddu seg tó av álvara inn í dystin aftur, og Tóki Fríðriksson javnaði í seinasta minutti til 31-31: Longd leiktíð í Hoyvík.

Tað stóð á jøvnum eftir fyrstu fimm minuttirnar, men so kom verjuparturin hjá H71 í gongd, og heimaliðið skoraði trý tey fyrstu málini, eftir at liðini høvdu skift síðu.

Nú var ov seint hjá KÍF at koma aftur. Tað sást kanska, at liðið hevði brúkt nógva megi at venda tí, og at hetta var sjeyndi inntensi dysturin hjá kollfirðingum í tjúgu dagar.

Nú er greitt, at teir aftur skulu vinna á heimavølli mikukvøldið, fyri at halda fast í FM-vónini. Um so er, so verður ein fimta og avgerandi finala í Hoyvík um eina viku - higartil hevur finalurøðin verið ein fragd fyri áskoðararnar.

3. FM-finalan í Burn-deildini
Í kvøld, leygardagin 27.04 í Hoyvíkshøllini

H71 (2) - KÍF (1) 39-36 eftir longda leiktíð. 31-31 eftir vanliga

Toppskjútti: Bogi Hansen 10 mál

Dómaraseðil og dystargongd sæst her

Neyðugt er at vinna tríggjar FM-finalur fyri at gerast føroyameistari. Spælt verður í Kollafirði mikukvøldið 1/4 klokkan 20 og so møguliga aftur í Hoyvík næsta vikuskifti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder