Fótbóltur

Lionel Messi heimsins besti á sjeynda sinni

Argentinski bóltsnillingurin vann framman fyri Robert Lewandowski og Jorginho.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-11-30 09:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Argentinski fótbóltssnillingurin Lionel Messi hevur vunnið Balon d’Or heiðurslønina sum heimsins besti mannligi fótbóltsspælari 2021.

Hetta hendi á einum hátíðarhaldi í franska høvuðsstaðnum, Paris, í gjárkvøldið.

Polendingurin Robert Lewandowski gjørdist nummar tvey, meðan Jorginho, sum vann Champions League við Chelsea og EM við Italia, gjørdist nummar trý.

Lewandowski kundi ugga seg við at verða valdur til ársins áleypari, sum varð valdur á fyrsta sinni.

Hetta var sjeynda ferðin, at Lionel Messi vann Ballon d’Or. Hetta er tvær ferðir fleiri enn Cristiano Ronaldo, sum hevur vunnið heiðurin næstflest ferðir.

Messi vann eisini heiðurin í 2009, 2010, 2011, 2012, 2015 og 2019.

Í ár hevur hann skotið tilsamans 32 mál og gjørt 12 málgevandi avleveringar í 40 dystum fyri FC Barcelona og Paris Saint-Germain.

Hann hevur í ár verið við til at vinna sponsku steypakappingina við Barcelona og Copa America við Argentina, har hann eisini varð valdur til besta spælara í kappingini.

Liðfelagin hjá Messi í PSG, Gianluigi Donnarumma, varð kosin ársins málmaður, meðan Pedri hjá Barcelona varð kosin besti spælari undir 21 ár.

Hjá kvinnunum var spanska Alexia Putellas hjá FC Barcelona vald til ársins spælara. Í september spældi Putellas á Tórsvølli við spanska landsliðnum, og hon var eisini við til at vinna 12-0 á Føroyum í farnu viku.

[object Object]
Alexia Putellas í dysti fyri Spania á Tórsvølli í september. Til høgru føroyski liðskiparin Ásla Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder