Kappróður

Listaverk í kappróðrarneystinum avdúkað

Kongen hjá Livari Nysted og tríbekkurin hjá John Høgnesen vóru avdúkað í nýggja kappróðrarneystinum í Norðragøtu.

(Mynd: Eysturkommuna)

(Mynd: Eysturkommuna)

2026-05-10 17:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fríggjadagin seinnapartin var hátíðarløta í nýggja kappróðrarneystinum í Norðragøtu, har tvey serstøk listaverk vóru avdúkað. Talan var um ein stóran málning eftir Livari Nysted og ein tríbekk, sum John Høgnesen hevur smíðað.

Nógv fólk vóru komin saman til tiltakið og stórur spenningur var um, hvussu bæði málningurin og tríbekkurin fóru at taka seg út í nýggja bygninginum.

Bæði verkini vóru partur av føroyska básinum á EuroSkills í Herning í Danmark í fjør, har føroyski básurin varð róstur fyri at vera tann flottasti á tiltakinum.

Tá kongur vitjaði básin var hann hugtikin av føroyska handverkinum. Livar fekk kongin at signerað málningin, sum fekk heitið Kongen. Málningurin, sum er átta metrar langur, er størsti málningur Livar hevur málað.

Eisini tríbekkurin, sum John smíðaði, er uppkallaður eftir kongi, og hevur hann fingið navnið Frederik X.

Nú prýða bæði listaverkini nýggja kappróðrarneystið í Norðragøtu, sum væntandi verður liðugt um áleið ein mánaða.

Myndir: Eysturkommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder