Annað

Littler annað árið á rað

18-ára gamli onglendingurin fer úr Alexandra Palace við enn einum HM-steypi og 8,5 milliónum krónum. Hetta eftir sanna dart-framsýning og sannførandi finalusigur.

Luke Littler spældi við stórari hugsavnan og høgnum miðaltali, tá hann vann 7-1 á Gian van Veen í London í kvøld (Mynd: EPA)

Luke Littler spældi við stórari hugsavnan og høgnum miðaltali, tá hann vann 7-1 á Gian van Veen í London í kvøld (Mynd: EPA)

2026-01-03 22:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann kom afturum í finaluni við tí, sum var bert fjórða sett-tap hansara samanlagt í heimsmeistarakappingini. Men síðani kom Luke Littler veruliga í gongd og vant burturúr mótstøðu sínari í London; eins og 18-ára gamli onglendingurin gjørdi í hálvfinaluni gjár.

23-ára gamli Gian van Veen varð í kvøld triði niðurlendingur, sum spældi eina PDC World Championship-finalu. Dámligi maðurin úr Niðurlondum hevur spælt ógvuliga væl hesar dagarnar í Alexandra Palace, men evropameistarin fekk ikki forða fyri, at Luke Littler annað árið á rað vann HM-finaluna greitt.

Í finaluni er tað fyrst upp í sjey sett. Í triðja setti avgjørdi Littler við sonevndum "Big Fish", har hann "lukkaði" við hægst møguliga talinum (170).

2-1 og síðani var tað bara ein vegur, hóast Gian van Veen royndi at hanga í. Littler hevði væl hægri miðaltal (106.02 móti 99.94), avgjørdi betri og vann sjey sett á rað. 

Luke Littler - Gian van Veen 7-1
Størsti finalusigur síðani 2009 - tá var tað eisini ein onglendingur móti einum niðurlendingi: Phil Taylor móti Raymond van Barneveld.

Finalan í kvøld var tann greitt yngsta higartil í 30-ára søguni hjá PDC World Championship. Spælararnir eru beint yvir 40-ára gamlir samanlagt.

Maðurin, sum skjótt verður 19-ára gamal, hevur nú verið við til PDC World Championship tríggjar ferðir, og hevur hann bert tapt ein dyst á stóra pallinum í "Ally Pally": Finaluna tað fyrsta árið.

Luke Littler er nú tvífaldur heimsmeistari og 8,5 milliónir krónur (eina millión pund) ríkari. Hann varð rørdur eftir finalusigurin og kundi lyfta stóra steypið: Sum prógv um at hann aftur var tann stinnasti í størstu dart-kappingini og greitt tann besti í heiminum í løtuni.

[object Object]
Littler eftir 2. plássið í 2024 - sum sjálvandi var stórt fyri tá bert 16-ára gamla mannin. Hetta er framvegis einasta tap hansara í PDC World Championships: Nú hevur bert 18-ára gamli maðurin endurvunnið í stórum stíli (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder