Hondbóltur

Lív á longu ferðini: - Vit hava heilt víst lyft okkum

- Lagið er gott eftir sigurin á Íslandi og endaspælsplássi, og tað hevur verið gott at fingið eina venjing her í Keypmannahavn, staðfestir Lív S. Poulsen í Kastrup.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-04-10 19:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Wien, Eysturríki (Portalurin og FM1): - Tað hevur millum annað gjørt mun, at nógvar spæla uttanlands, og liðið hevur lyft seg.

Hetta staðfesti Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, tá Portalurin tosaði við vestmannakvinnuna á flogvøllinum í Kastrup. Kvinnulandsliðið er á veg til Montenegro, og nú verður bíðað í eysturríkska høvuðsstaðnum. 

Lív er ein av mest royndu spælarunum á liðnum, og hon staðfestir stóru menningini, eftir at Føroyar aftur hava spælt til eitt endaspæl - hesaferð við at í minsta lagi enda nummar tvey í bólkinum.

Sí eisini: Staðfest: Føroyar skulu til EM-endaspælið í desember'

- Nú spæla vit síðsta dystin uttan at hugsa nógv um úrslitið, men vit skulu avrika væl og byggja uppá áðrenn EM-endaspælið, sigur 24-ára gamli høgri vongurin á landsliðnum.

Lív Poulsen og hinar vandu í Valby fyrr í dag og lenda eftir ætlan í Montenegro stutt fyri midnátt.  

Les eisini: Drúgvur føroyskur ferðadagur fyri framman

Meira úr føroysku leguni í morgin - millum annað við beinleiðis sending á FM1 klokkan 11

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder