Hondbóltur

Lív: Lættari at skriva autografar enn at skjóta við brotnum fingri

- Vit spæla ov nógv við hondbremsuni uppi og kasta ov nógvar bóltar vekk, men eru nøgdar við verjuspælið og tað er altíð stuttligt at spæla við Tjarnir. Hetta staðfestir javnsetti føroyski toppskjúttin, Lív S. Poulsen, eftir sigurin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-03-04 21:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er nógv, vit kunnu gera betri og sum vit skulu heim at hyggja uppá.

Tað staðfestir Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, sum varð javnsettur føroyskur toppskjútti við Tjarnir í kvøld við fimm málum.

Vestmannakvinnan hevur brotið ein fingur á vinstru hond og hevur trupulleikar við hondliðini har, men byrjaði væl og fekk nøkur týðandi vongmál. 

[object Object]

[object Object]
Fimm mál og sum vant fleiri góðar verjustøður hjá Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, sum hevur verið darvað av einum skaða í skothondini í seinastuni (Mynd: Sverri Egholm)

Myndir. Føroyar syftu Portugal við Tjarnir

Tað var pluss við verjuspælið og áskoðarnar, men Lív Poulsen iðrar seg um mongu mistøkini við bólti.

Sí eisini: Verjuspælið og málverjin avgerandi - tóku pippið frá Portugal

Hoyr samrøðu ovast

---------------------------------------------------------------------------

EM-undankapping, bólkur 4
Mikudagin 4. mars við Tjarnir - 3. av seks umførunum
Føroyar - Portugal 25-21 (12-9)

Føroyskir málskjúttar
Lív Sveinbjørnsdóttir.Poulsen 5
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 5 (4)
Pernile Brandenborg 4
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Jana Mittún 3
Lív Bentsdóttir Zachariasen 2
Bjarta Osberg Johansen 1
Rannvá Olsen 1

Flest upplegg: Súna K. Hansen (5)

Bjargingar: 
Rakul Wardum 14 (Dagsins spælar)
Annika Fríðheim Petersen 1

Ísland vann óvæntað við einum máli á Montenegro í Hafnarfirði. Harvið er bólkurin uppaftur meira opin nú

Støðan í bólkinum eftir trý umfør
1. Montenegro 4 stig
2. Føroyar 4 stig
----------------------
3. Portugal 2 stig
4. Ísland 2 stig

Topp-tvey koma í øllum førum til EM-endaspælið í desember. Mest sannlikt kemur trý'arin úr hesum bólkinum eisni víðari. Føroyar spæla í Portugal sunnudagin klokkan 17 føroyska tíð

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder