23-ára gamla Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen skifti í summar aftur til føroyskan hondbólt, eftir at hon seinastu mongu árini hevur spælt í Danmark fyri tað mesta.
Lív umboðar barndómsfelagið VÍF, sum í stóran mun hevur staðið seg væl í SMS-deildini higartil í ár.
Síðsta vikuskifti gjørdist VÍF tað fyrsta liðið, sum tók stig móti Kyndli. Hetta við 30-30 javnleiki í Vestmanna - í einum dysti har Lív S. Poulsen skoraði átta mál.
Í vikuni kunngjørdi SMS so, at Lív var kosin besti spælari í deildini fyri oktober.
Mynd: SMS
Sambært Handballstatz hevur Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen skorað næstflest mál í deildini (67 mál í 9 dystum).
Júst Handballstatz hevur hvønn mánaða besta liðið og besta spælaran fyri mánaðain, sum er rótfest í hagtølunum. Har var Turið Arge Samuelsen besti spælari í oktober. Kyndla-spælarin, sum ikki longur er tøk til A-landsliðið, hevði hægst HBS (samlað tal). Turið er eisini toppskjútti í deildini, og oddaliðið Kyndil hevur flestu spælararnar á liðnum fyri oktober.
![]()
Mynd: Handballstatz
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen er høgri bakkur á liðnum. Hetta er plássið, hon spælir í álopinum hjá VÍF. Hon hevur góðar eginleikar í verjuni, og tað er ikki óvanligt, at Lív dekkar í miðverjini í føroysku kappingini.
Á landsliðnum er tað á høgra vongi, at vit oftast síggja Lív Poulsen. Hetta bæði í álopi og í verju - hóast hon eisini hevur dekkað sum bakkur (2'ari) í løtum fyri Føroyar.
Til HM-endaspælið eru Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen og Karin Egholm úttiknar sum høgru vengur - Karin Egholm vandi fyri fyrstu ferð við í gjár.
Sí eisini: Undir ein vika til HM-endaspælið
![]()
Lív Poulsen eftir fyrsta føroyska EM-málið í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald