Hondbóltur

Liv Z: Portugisiska spælið hóskaði perfekt til mín og verjuna

Tað er bara stuttligt at spæla hondbólt fyri tíðina, staðfestir stinni føroyski miðverjin, sum hugsar um framtíðina. - Ikki okkara besti landsdystur og nógv kann betrast til dystin í Porto sunnudagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-03-04 21:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hon hevur verið ógvuliga týðandi í miðverjuni í sigrinum í Íslandi, í fleiri HM-dystum og aftur í kvøld.

Eftir at Brynja Høj gavst, og Lív Bentsdóttir Zachariasen veruliga kom fyri seg eftir drúgva knæskaðan, hevur 23-ára gamla hoyvíkskvinnan veruliga fingið sítt landsliðsgjøgnumbrot.

- Tað kennist væl, og tað er bara stuttligt at spæla hondbólt í løtuni, staðfestir hon.

[object Object]
Lív Zachariasen klappar - tað vóru nógvar orsøkir til at klappa eftir hennara atgerðum og avriki: Helst besti føroyski útispælarin í týðandi sigrinum (Mynd: Sverri Egholm) 

Sí fleiri góðar myndir frá kvøldinum við Tjarnir her

Tað er tó ikki alt í føroyska spælinum, sum gleðir nummar 17, men Lív greiðir frá, at álopsspælið hjá Portugal hóskaði sum fótur í hosu.

- Eg slapp at taka tí hæddina, sum eg gjarna vil, og tað hekk væl saman hjá okkum í verjuni. 

Sí eisini: Verjuspælið og málverjin avgerandi - tóku pippið frá Portugal

21 mál ígjøgnum siga eisini sína søgu; við Lív B. Zachariasen inni sum miðverja í øllum álopinum. Sjálv skoraði hon eisini tvey mál í kontrastøðum - eftir at hon sjálv vann bóltin í verjustøðu.

- Vit vita at hvørt mál kann telja í hesum tætta bólkinum, sigur Ajax København-spælarin um føroyska hugburðin.

----------------------------------------------

EM-undankapping, bólkur 4
Mikudagin 4. mars við Tjarnir - 3. av seks umførunum
Føroyar - Portugal 25-21 (12-9)

Føroyskir málskjúttar
Lív Sveinbjørnsdóttir.Poulsen 5
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 5 (4)
Pernile Brandenborg 4
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Jana Mittún 3
Lív Bentsdóttir Zachariasen 2
Bjarta Osberg Johansen 1
Rannvá Olsen 1

Flest upplegg: Súna K. Hansen (5)

Bjargingar: 
Rakul Wardum 14 (Dagsins spælar)
Annika Fríðheim Petersen 1

Ísland vann óvæntað við einum máli á Montenegro í Hafnarfirði. Harvið er bólkurin uppaftur meira opin nú

Støðan í bólkinum eftir trý umfør
1. Montenegro 4 stig
2. Føroyar 4 stig
----------------------
3. Portugal 2 stig
4. Ísland 2 stig

Topp-tvey koma í øllum førum til EM-endaspælið í desember. Mest sannlikt kemur trý'arin úr hesum bólkinum eisni víðari. Føroyar spæla í Portugal sunnudagin klokkan 17 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder