Fótbóltur

Liverpool og Chelsea hittast í Carabao Cup

Lutakast var í ensku steypakappingini í gjár.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-08-31 07:09 Author image
Ari av Rana
placeholder

Lutakast var í gjár í til enska Carabao Cup steypakappingina. Carabao Cup verður vanliga nevnd League Cup og er tann minna av teimum báðum ensku steypakappingunum.

Lutakastið í gjár var til triðja umfar, har tey stóru liðini í Premier League koma upp í kappingina. Og tvey av størstu liðunum hittast longu í hesum umfarinum. Tað eru Liverpool og Chelsea, sum hittast á Anfield.

Manchester United fær vitjan av Derby County, sum hevur fyrrverandi Chelsea leikaran Frank Lampard til venjara.

Manchester City fær vitjan av Oxford United, Arsenal fær vitjan av Brentford, ,meðan Tottenham fær vitjan av Watford á Stadium MK leikvøllinum hjá Milton Keynes Dons, tí at nýggi leikvøllurin hjá Tottenham ikki verður klárur tá, og tí at Wembley ikki er tøkt tann dagin.

Dystirnir eru hesir:

West Bromwich Albion - Crystal Palace
Arsenal- Brentford
Burton Albion - Burnley
Wycombe Wanderers - Norwich City
Oxford United - Manchester City
West Ham United - Macclesfield Town
Millwall - Fulham
Liverpool - Chelsea
Bournemouth - Blackburn Rovers
Preston North End - Middlesborough
Wolverhampton Wanderers - Leicester City
Tottenham Hotspur - Watford
Blackpool - Queens Park Rangers
Everton - Southampton
Manchester United - Derby County
Nottingham Forest - Stoke City

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder