Fótbóltur

Liverpool skal gera arbeiðið liðugt

Klopp og hansara menn hava ein fyrimun á tvey mál undan seinnu hálvfinaluni móti Villareal og jagstra triðju Champions League-finaluna uppá fimm ár.

Munurin á Anfield í síðstu viku var tvey mál

Munurin á Anfield í síðstu viku var tvey mál

2022-05-03 17:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt steyp er komið í hús hjá Liverpool í ár og møguleikin er fyri trimum øðrum. Champions League er sjálvandi ovarliga í huganum - ein kapping har Liverpool ofta hevur staðið seg heilt væl - og nú er annað beinið í finaluni, og tað kann verða triðju ferð uppá fimm ár, at Liverpool kemur í finaluna.

Liðið var stórfavorittur áðrenn fyrru hálvfinaluna og er uppaftur størri favorittur eftir dystin á Anfield, ið Liverpool vann 2-0 við málum tíðliga í seinna hálvleiki.

Í dystinum var tað Villareal, ið vardi, og Liverpool sum leyp á. Soleiðis var tað í ógvuliga stóran mun, og tað er torført at ímynda sær, at tað verður stórvegis øðrvísi í kvøld, hóast tað er liðið hjá Unai Emery, ið skal jagstra minst tvey mál. Liðið hjá Klopp hevur meira styrki á øllum plássum og samanlagt, og hóast Villareal hevur sligið bæði Juventus og Bayern út, so er tað lítið ið bendir á, at liðið á 7. plássið í La Liga ger nakað við Liverpool; tó at heimavøllurin kann geva fyrimun og eitt mál veruliga fær spenning í.

Hjá Liverpool kann tað, eins og í áttandapartsfinaluni móti Inter, lata seg gera við eitt-máls tapi í seinna dystinum. Van Dijk, Henderson, Thiago, Salah, Mané og hinir hava ikki tapt síðani tann dystin - ið var 8. mars - og nú skal finaluplássið tryggjast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder