Tuzla, Bosnia (Portalurin): - Líka sum landsliðið hevur havt nú, so var talan ein langan túr, løgreglufylgi til og frá venjing og ein heldur serstøk uppliving í Bosnia.
Soleiðis segði Beinir Johannesen í sendingini "Beineleiðis úr Bosnia í gjár". Vit ringdu serliga til løgmann, tí hann í 2023 var í Tuzla í hondbóltsørindum - júst sum føroyska manslandsliðið er í hesum døgum.
Sí eisini : Soleiðis spæla Føroyar seg til HM-endaspælið
Team Klaksvík vann tvey á rað bronsu í bestu mansdeildini, og í 2023 varð avgerð tikin um at royna seg í European Cup, sum fýra føroysk feløg hava rætt til hvørt ár.
Hetta var sama kappingar, sum Allan Norðberg og Valur vunnu kappingina. Tað nevndi Beinir Johannesen eisini í samrøðuni, har han tosaði um øðrvísi men góðar umstøður í Tuzla.
![]()
Frá landsliðsvenjing í Tuzla í gjár: Í stóru og slitnu høllini mitt í Tuzla, har Team Klaksvík í 2023 royndi seg móti Slobodan Tuzla
Team Klaksvík spældi móti Slobodan Tuðzla, ið satstaði nógv tað árið. Bosniska liðið kom eisini langt í European Cup ta árið og vann fyrra dystin móti Team Klaksvík 30-19 og tann seinna 23-18.
Harvið greiður samanlagdur sigur á føroyska liðnum. Báðir dystirnir vórðu spældir í stóru høllini mitt í býnum, har Føroyar í kvøld spæla HM-røkkstøkkdyst.
![]()
Jens Pauli Poulsen í skotroynd í Tuzla - Beinir Johannesen sæst á strikuni
![]()
Team Klaksvík-hópurin í Bosnia undan seinna dystinum móti Slobodan Tuzla í september 2023. Núverandi løgmaður sæst húkandi uttast til høgru í niðasta raði (Mynd: Team Klaksvík)
![]()
29-ára gamli løgmaðurin hevur í nógv ár verið strikuspælari hjá Team Klaksvík. Beinir Johanensen hevur ikki tikið støðu enn, hvørt hann spælir hondbólt ella ikki - um tíðin er til tað.
Hann staðfestir, at "tað tíverri ikki ber til at fara at hyggja við Tjarnir leygarkvøldið", tá Føroyar og Bosnia spæla seinna og avgerandi dystin. Men løgmaður vísir á, hvussu stóran týdning hondbólt og avrik úti í heima hava fyri Føroyar.
Hoyr alla samrøðuna við Beinir Johannesen úr sendingini úr Bosnia í gjár
Vit senda aftur klokkan 11 føroyska tíð. Lurta her
Les meira: Beinleiðis úr Bosnia klokkan 11: Føroyskir fjepparar, hjálparvenjarin, og metingar um dystin í kvøld
FM1 sigur frá dystinum í kvøld við upptakt frá klokkan 18.30 føroyska tíð - til ber eisini at fylgja gongdini í bloggi og livescore á Portalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald