Fótbóltur

Løgmanssteypið: Lutakast í Degi og viku í kvøld

HB, KÍ, 07 Vestur og Víkingur vera í stóra glasbollanum, tá lutakastið til hálvfinalurnar verður í Degi og Viku í kvøld.

Pætur Petersen fegnast her um útjavnandi málið móti AB í gjárkvøldið. Løtu seinni tryggjaði mál frá Áka Samuelsen HB hálvfinaluplássið (Mynd: Bjarni Enghamar)

Pætur Petersen fegnast her um útjavnandi málið móti AB í gjárkvøldið. Løtu seinni tryggjaði mál frá Áka Samuelsen HB hálvfinaluplássið (Mynd: Bjarni Enghamar)

2022-05-19 15:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í gjárkvøldið vórðu fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið á skránni, og við sigrum á ávikavist AB, ÍF, TB og B36 er greitt, at liðini í hálvfinalunum vera HB, KÍ, 07 Vestur og Víkingur.

Hvør møtir hvørjum í hálvfinalunum verður avgreitt við lutakasti, sum verður í Degi og Viku í kvøld klokkan 19.

Fyrru hálvfinalurnar eru settar at vera mikudagin 7. september, meðan seinnu hálvfinalurnar verða spældar mikudagin 5. oktober. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 29. oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder