Fótbóltur

Løgmanssteypið og evropeiskt pláss verður uppá spæl á Tórsvølli

NSÍ vendi 2-4 samanlagt til sigur í brotssparksdramaði við Løkin móti HB. Tórður Thomsen kom inn og gjørdist avgerandi við at bjarga trimum brotsspørkum, og nú er greitt, at B36 og NSÍ skulu harvið stríðast um steyp og útvið tvær milliónir leygardagin, og at finalistarnir seinastu tvey árini eru úti.

Stórur fagnaður á teimum í gulum og svørtum við Løkin, eftir at langa brotssparkskappingin var av. NSÍ er í sínari triðju steypafinalu uppá sjey ár (Mynd: Sverri Egholm)

Stórur fagnaður á teimum í gulum og svørtum við Løkin, eftir at langa brotssparkskappingin var av. NSÍ er í sínari triðju steypafinalu uppá sjey ár (Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-29 21:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað endaði 3-0 á Tórsvølli, har Sebastian Pingel gjørdist tvífaldur málskjútti fyri B36 móti Víkingi, og við stórum brotssparksdrama við Løkin, har HB annars var á odda 2-0 og leingi á veg móti finaluplássi.

Les eisini: B36 er í finaluni - longd leiktíð við Løkin

Hilmar Leon Jakobsen skoraði gott áleyparamál næstan beinanvegin, og HB økti eftir deyðbóltsstøðu, har NSÍ burdi fingið fríspark, tá eitt korter varð leikt. NSÍ reistist tó, og eftir gott álop í 33. minutti varð 1-2: Jakob Trenskow rak leingi, skjótt og væl, fann Klæmint Olsen, ið smekkaði bóltin í meskarnar. Hóast NSÍ hevði nakrar aðrar vandamiklar støður í fyrra hálvleiki og nú bert manglaði eitt mál fyri at fáa javnvág, so tyktist HB at hava gitt tamarhald á støðuni - fram til 78. minutt. Búi Egilsson var heilt stutt áðrenn komin inn á vøllin og Klæmint fann hann. Skjóti áleyparin prikaði bólturin framvið Teiti Gestssyni, ið hevði hendurnar á bóltinum; tað kundi líkst einum frísparki, og landsliðsmálverjin var eisini ógvuliga ónøgdur við dømingina.

[object Object]
NSÍ hevur her javnað til 2-2; tólv minuttir fyri leiklok (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Klæmint Andrasson Olsen bæði skoraði og legði upp í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

29-ára gamli málverjin hevði umleið ein tíma seinni møguleikan at avgera hesa seinnu hálvfinaluna. Seinastu tíggju minuttirnar og í longdu leiktíðini var so at siga eingin málmøguleiki yvirhøvur, og so skuldi dysturin avgerast við brotssparkskapping. Teir fyrstu fýra HB-skjúttarnir vóru tryggir, men Teitur hevði bjargað skotinum hjá Rógva Egilstoft. Hann skuldi skjóta brotsspark nummar fimm hjá HB og harvið senda lið sítt í finaluna, men Tórður Thomsen las HB-liðformannin.

35-ára gamli málverjin varð skiftur inn fyri Karstin Hansen til brotssparkskappingina. Tórður hevði ikki spælt í nærum hálvt ár, orsakað av knæskaða, men nú gav hann NSÍ eina lívlinju, og eftir at fyrrverandi HB-leikarin Tróndur Jensen hevði javnað, bjargaði Tórður aftur; hesaferð frá javnaldranum hjá Trónda, René Shaki Joensen.

Teitur svaraði síðani aftur við at taka skotið hjá Jákupi Jakobsen, ið annars kundi avgera alt. Sìðani komu fýra mál á rað, áðrenn innskifti Tórður bjargaði skotinum hjá innskifta fyrrverandi NSÍ-leikaranum Michal Przybylski. Sølvi Sigvardson kom á vøllin í longdu leiktíðini. Hann hevur skora átjan ferðir fyri næstbesta liðið hjá NSÍ - fleiri ferðir úr ellivu metrum - og Sølvi skapti stóran fagnað, tí í sínum bert fjórða dysti fyri besta liðið var miðvallarin ísakaldur og sendi barndómsfelagið í sína fyrstu steypafinalu síðani 2017. 



Tá vann NSÍ 1-0 á B36. Finalan leygardagin skal vinnast, um liðið úr Runavík skal halda fast í evropeiska plássinum. Bill McLeod Jacobsen og hansara toymi hava nú ført NSÍ til eitt fjórða pláss og eina finalu, og leygardagin bíðar B36, sum hevði eitt gott kvøld á Tórsvølli í kvøld. Tað at hesi bæði liðini, ið spældi um fjórða plássi í seinasta umfari í Betrideildini, hittast í finaluni merkir, at bæði havi tørv á einum sigri fyri at fáa møguleikan fyri at spæla í evropeiskari kapping í 2022. HB og Víkingur hava spælt í tveimum teimum seinastu finalunum - HB hevur vunnið báðar - nú hava hesi liðini vetrarfrí.
 

Seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Mánadagin 29.11

NSÍ - HB 2-2 (0-2) - 4-4 samanlagt eftir 2x90 minuttir
3' Hilmar Leon Jakobsen 1-0
15 'Bartal Wardum 2-0
33' Klæmint Andrasson Olsen 2-1
79' Búi Egilsson 2-2

Brotssparkskapping
3-2 Áki Samuelsen
3-3 Klæmint Andrasson Olsen
3-4 Hørður Askham
Teitur Gestsson bjargar roynd frá Rógva Egilstoft
3-5 Pætur Petersen
4-5 Jacob Trenskow
4-6 Hilmar Leon Jakobsen
5-6 Búi Egilsson
Tórður Thomsen bjargar roynd frá Teituri Matras Gestsson
6-6 Tróndur Jensen
---------------------
Tórður Thomsen bjargar roynd frá René Shaki Joensen
Teitur Gestsson bjargar roynd frá Jákupi Jakobsen
6-7 Bartal Wardum
7-7 Oddur Árnason Højgaard
7-8 Heri Hjalt Mohr
8-8 Pætur Hentze
Tórður Thomsen bjargar roynd frá Michal Przybylski
9-8 Sølvi Sigvardsen

B36- Víkingur 3-0 (2-0) - Samanlagt 3-1
8' Sebastian Pingel 1-0
26' Mathias Trane 2-0
82' Sebastian Pingel 3-0

Finalan um løgmanssteypið 2021: 
Tórsvøllur, leygardagin 4.12
B36-NSÍ

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder