Fótbóltur

Luksemborg vann á Tórsvølli eftir rokaligan annan hálvleik

Annar hálvleikur bjóðaði uppá tvey føroysk reyð kort og eitt luksemborgskt brotspark, sum gav teimum sigursmálið.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-06-07 21:50 Author image
Tormóður Petursson Djurhuus
placeholder

Fyrstu 45 minuttirnir á Tórsvølli, bóru ikki brá um, at tað skuldi gerast ein hendingaríkur dystur, men næstu 45 minuttirnir gjørdust alt annað enn keðiligir.

Annar hálvleikur byrjaði við, at luksemborgski tíggjarin, Gerson Rodrigues, fekk tveir risa møguleikar, men føroyska stongin og ein stórbjarging frá Gunnari Nielsen hildu bóltinum úti.

Eftir 62 minuttir kom so størsti føroyski kjansurin í dystinum, tá ið Hallur Hansson endaði við at standa leysur í luksemborgska feltinum. Hann rakti tó bóltin ógvuliga illa við vinstru skoytu, og Anthony Moris í luksemborgska málinum, kundi lættliga taka bóltin í favnin.

Eftir 67 minuttir fekk René Shaki Joensen so beinleiðis reytt kort, tá ið hann kom undir hælin á nummar 19 hjá Luksemborg, Mathias Olesen, ið var um at renna seg frían.

Fimm minuttir seinni gjørdist ilt verri, tá ið dómarin, við hjálp frá VAR, kom til ta niðurstøðu, at Sølvi Vatnhamar hevði felt Leandro Martins í føroyska brotsteiginum, og dømdi brotspark til Luksemborg.

Brotsparkinum tók Gerson Rodrigues sær av. Hann setti bóltin trygt í netið og legði luksemborgar á odda.

Føroyski niðurtúrurin tóktiskt ongan enda at fáa, og eftir 80 minuttir bleiv enn ein føroyskur leikari vístur av vølli. Hesuferð var tað Sølvi Vatnhamar, ið hevði latið sín alboga ferðast ov frítt.

Hóast at føroyingar vóru tveir mans í undirtal, so bardust teir fyrimyndarliga síðstu løtuna, og komu teir eisini til onkra vandamikla støðu.

Mál kom tó ikki burturúr, og dysturin endaði 1-0 til Luksemborg, sum sostatt liggur á einum deildum fyrsta plássið við Turkalandi, við seks stigum. Føroyar og Litava liggja jøvn í hinum endanum, bæði við sínum fyrsta stigi til góðar.

Leygardagin klokkan 17 møtast Føroyar og Litava á Tórsvølli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder